Minningarorð um mína vinkonu

Linhild Jóhannesen
f. 20. 12 .1959 - d. 06. 04. 2006

Góða Linhild.

Eg hevði ynskt, at eg kundi sagt hesi orð við teg, andlit til andlit, fortalt tær enn einaferð, hvussu góð eg var við teg, og hvussu ómetaliga nógv eg sakni teg.. Nú eru meir enn tríggir mánaðir gingnir síðani tú fór, og tað er enn ótrúliga svárt, at fáa dagligdagin at hanga saman. Sorgin situr djúpt í mínum hjarta. Tað er sum um lívið hevur fingið ein dyggan lúsing. Alt, alt er annaleiðis.

Eg veit væl, at hvussu nógv og hvussu leingi eg gráti, so kemur tú ikki aftur, tí tú ert farin heim í Staðin, sum vit so ofta tosaðu um, har eingin sjúka og pína meir skal nívað.
Linhild góða, eg unni tær av øllum mínum hjarta, at tú nú ert frísk, at tú nú ert uttan pínu, og, at Jesus hevur turkað hvørt tár av eygum tínum, tað er tað einasta, sum uggar meg, tá sorgin treingir á.

Hevði bara ynskt, at tú bleiv frísk, meðan tú vart her hjá okkum, so, at vit kundu havt teg hjá okkum enn ídag.Tað tyngir meg, at eg ikki fekk sagt tær ordiliga farvæl. Trúði ikki, tað fór at endað soleiðis. Trúði at tú fór at vera her til vit blivu gamlar og mettar av døgum

Vit høvdu nógvar ætlanir fyri framtíðina, sum t.d. hvat vit skuldu fáa tíðina at ganga við, tá vit góvust sum dagrøktarar.

Eitt vóru vit púra samdar um, keða okkum skuldu vit ikki!. Vit skuldu fara til Klaksvíkar á Húsarhaldsskúla, og so skuldu vit leggja ætlanir víðari harfrá. Nei, lívið skuldi ikki fara afturvið borðinum, og vit ætlaðu okkum ikki bara at sita hendur í favn, tað var nakað, sum var púra sikkurt. Nú eru allar okkara ætlanir, við eitt vekk, burtur.

Hvønn morgun tá eg vakni, veri eg mint á, at aftur hendan dagin má eg ígjøgnum uttan teg. Lívið er broytt, følið, at eg aftur má nullstillað, og byrja av nýggjum. Royni at fáa tað at ganga upp fyri mær, at tú ert ikki ert her meir, fái tað ikki inn í mítt høvd. Tað er so óskiljandi, at eg ikki longur kann ringja til tín og hoyra málið á tær. Deila upplivingar og daglig dags ting við teg. At tú, nú summarið er her, ikki ert við, tá vit fara túrar við dagrøktarbørnunum, m.a.. at fanga síl, oman í Barnalonina, túr til Havnar, sum vit plagdu við allari rulluni osfr. Tú manglar alvorligt her!

Tað var ein ómetalig góð og rík tíð vit fingu saman, og eg eri Gudi takksom fyri, at tú kom á mín veg, at eg kom at kenna teg ígjøgnum okkara arbeiði, har vit gjørdust vinkonur. Vit tosaðu saman hvønn dag, og um vit ikki høvdu hoyrt málið á hvørji aðrari í ein dag, so vóru vit skjótar at ringja fyri at vita, um nú alt var ílagið. Ì okkara arbeiði gjørdu vit stórt sæð alt saman, og somuleiðis nógv uttanfyri arbeiðstíð.

Góða Linhild, tú var altíð so inniliga takksom fyri tað, sum onnur hjálptu tær við, visti ikki hvussu tú skuldi vælsigna tey afturfyri. Ongantíð hugsaði tú, um alla tað hjálp, sum tú veitti mær og øllum teimum, ið tú hevði rundan um teg. Tað kundi gera tað sama, um tú vart væl fyri ella ei, so hjálpti tú allíkavæl, tú fekk teg ikki til at siga nei. Kom tað fyri, at tú hevði borið teg undan, so endaði tað við at tú gjørdi tað kortini, tí tú fekk so ringa samvitsku av, at tú hevði sagt nei í fyrstu syftu.

Tað var sjálvdan tað stóra vit kundu hjálpa tær við, tí tú vart altíð í forkantinum við øllum. Alt bleiv fyrireikað langt frammanundan, langt áðrenn tíðina, alt skuldi vera klárt og liðugt í góðari tíð. Eg minnist hvussu forharmað tú vart, tí tú ikki kundi hjálpa við at baka til brúdleypið, tá Linda og Godwin giftust. Tá vart tú í Danmark, men sjálvt tá, í allari neyðini, hugsaði tú um at hjálpa, soleiðis vart tú, hugsaði altíð um hini. Tú vart unik.

Tað eru nógv, sum kunnu takka tær fyri mangt plaggið, tú hevur bundið. Bundnaturrikløð, pannubond, bundnar bodystokkar og mangt, mangt annað. Tað var ikki bara eitt av hvørjum tú bant, nei, tað vóru við hvørt upp í 10 stk.ella meir av hvørjum. Síðani gav tú tað til gávis. Tú plagdi at siga: antin bindur man ella ei, ella: tá man nú er í gongd.. :. Tann mátin tú vart uppá, gjørdi, at tú vart nógv avhildin.Tað prógvaði tann stóra fjøldin, sum tók ímóti tær, tá tú komst úr kapellinum heim í Glyvrakirkju og sum fylgdu tær til gravar.

Góða Linhild. Tú vart mín besta vinkona gjøgnum 14 ár. Tú vart alt tað, sum ein vinkona eigur at vera. Trúføst í øllum. Vart altíð har, tá eg hevði brúk fyri at tosa við teg, um øll lívsins viðurskiftir.Tú græt við mær, tá sorgin nívdi og gleddist við mær, tá okkurt serstakt gleðiligt var hent. Hóast eg ikki var tín einasta vinkona, so hevði tú tey fantastisku evnini, at vit, hvør sær, føldu okkum sum tín besta vinkona. Við tað, at vit allar høvdu teg sum okkara vinkonu, ger, at vit nú kunnu sita saman og deila tey góðu minnini vit hava um teg, og hjálpa hvørjari aðrari gjøgnum sorgina. Tú vart okkara mittpunkt, okkara besta vinkona.

Takk fyri alt, góða Linhild. Takk fyri alt, tú hevur verið fyri meg. Takk er eitt fátækt orð, tá tað verður sagt við teg. Hevði ynskt, at eg kundi sagt tað betur. Tøkkin, sum eg ynski at geva tær kann ikki sigast við orðum, og kenslurnar kunnu ikki skrivast á blað. Tú ert farin undan mær heim til Jesus, og eg veit at tú hevur tað gott. Ì eini upptøku við streingjakórinum á Glyvrum sang tú við í sanginum :

Jeg ønsker at se Jesus først av alt,
min syndeskyld med blod Han har betalt.
Og slægt og venner her,
Vi møte skal dem der.
Men Jesus vil jeg møte først av alt.

Honum hevur tú nú møtt, og ert saman við Honum. Eg gleði meg eisini at síggja Jesus fyrst, tá mín dagur her er runnin, og tá skal eg eisini síggja teg aftur.
Ærað verði minnið um teg, góða Linhild. Eg vil altíð goyma minnini um teg í mínum hjarta sum ein dýrabaran skatt. Vit síggjast!

Jonna