§ 1. Henda løgtingslóg fevnir um teir limir í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum ikki kunnu vera fevndir av arbeiðssteðgi, við tað at sjúklingatrygdin kann koma í vanda,
verður neyðug sjúkrarøkt ikki veitt. Við arbeiðssteðgi meinast í hesum sambandi verkbann, verkfall, blokada, boykott og ein og hvør onnur skipað avfólkan.
Stk. 2. Sjúkrahúsverkið metir um og ger av, hvussu nógvum starvsfólki tørvur er á, sbr. tó § 3.
Stk. 3. Viðkomandi limir hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum fáa boð frá Sjúkrahúsverkinum, hava skyldu til at fara til arbeiðis beinanvegin og at fylgja sáttmálanum millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið, sum var galdandi frá 1. oktober 2019 til 1. januar 2023.
§ 2. Er Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki samt við eina avgerð hjá Sjúkrahúsverkinum sambært § 1, stk. 2, kann felagið leggja málið fyri eina nevnd, sum ger av, um undantakið er neyðugt til at tryggja, at sjúklingatrygdin ikki kemur í vanda.
Stk. 2. Nevndin verður mannað við trimum limum. Fíggjarmálaráðið velur ein lim, og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar velur ein lim. Hesir báðir limirnir velja síðani formannin, sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Til limirnir hava valt ein formann sambært stk. 2, er stjórin í Fólkaheilsustýrinum formaður.
Stk. 4. Nevndin skal taka avgerð innan 24 tímar, eftir at áheitan sambært stk. 1 er komin frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Verður nevndin ikki samd, tekur formaðurin avgerð.
Stk. 5. Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar bera útreiðslurnar av at samsýna hvør sínum limi í nevndini. Landskassin ber útreiðslurnar av at samsýna formanninum.
Stk. 6. Ein avgerð sambært stk. 4 kann ikki kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika.
§ 3. Um so verður, at arbeiðssteðgurin verður víðkaður til at fevna um onnur økir, verður sami leistur at nýta til at taka avgerð um undantøk sambært §§ 1 og 2. Í tí førinum verður tað viðkomandi stovnsleiðsla, sum tekur avgerð um undantøk í fyrstu atløgu.
§ 4. Henda løgtingslóg kemur í gildi, tá ið hon er kunngjørd, og fer úr gildi, tá ið nýggjur sáttmáli millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið, sum kemur í staðin fyri sáttmálan, sum var galdandi til 1. januar 2023, er undirskrivaður.
##med2##
Um orsøkirnar til uppskotið sigur Ingilín Strøm, landsstýriskvinna, soleiðis í uppskotinum:
Eftir miseydnaðar sáttmálasamráðingar og miseydnaðar semingsroyndir við atliti at nýggjum sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar boðað frá víðfevndum verkfalli í Sjúkrahúsverkinum.
Verkfallið byrjaði 2. oktober 2023 og er hert fleiri ferðir. Hóast ávíst samband hevur verið millum partarnar, hevur Semingsstovnurin mett, at ov langt er millum partarnar til at fara undir nýggja semingsroynd. Orsøkin til hetta lógaruppskotið er, at verkfallið kann fáa sera álvarsligar avleiðingar fyri sjúklingatrygdina hjá borgarum, sum eru innlagdir, ella sum hava tørv á sjúkrarøkt.
##med3##
Søguliga gongdin í málinum er í stuttum hendan:
Sáttmálin millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið fór úr gildi 1. januar 2023. Partarnir byrjaðu samráðingar um nýggjan sáttmála tann 4. mai 2023. 24. august 2023 varð Semingsstovnurin boðsendur, tí staðfest var, at partarnir komu ikki víðari við samráðingunum.
Semingsuppskot varð lagt fyri partarnar 15. september 2023. Fíggjarmálaráðið tók undir við semingsuppskotinum, og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vrakaði semingsuppskotið. 26. september 2023 kallaði Semingsstovnurin aftur partarnar saman á fund. Partarnir vóru tó so langt frá hvørjum øðrum, at Semingsstovnurin tann 27. september 2023 á fundi við partarnar boðaði frá, at hann legði frá sær.
28. september 2023 lýsti Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar verkfall fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar, deildarleiðarar/funktiónsleiðarar og varaleiðarar/toymisleiðarar frá mánadegnum 2. oktober kl. 8. Verkfallið er á hesum deildum :
##med4##
Landssjúkrahúsið:
- A2
- A3
- B5
- B6
- B7
- B8
- G1
- G4
- P40/PI
- P40/PA
Klaksvíkar Sjúkrahús:
- KS-3-seingjadeildin Suðuroyar Sjúkrahús:
- Seingjadeildin
##med5##
29. september 2023 sendir leiðslan í Sjúkrahúsverkinum Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar listan við teimum undantøkum, sum hon metir vera neyðug. Seinni sama dag játtar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar teimum undantøkum, sum felagið metir eru neyðug til at reka seingjadeildirnar forsvarliga. Felagið biður um fleiri upplýsingar við atliti at nøkrum umbønum um undantøk, so at sjúklingatrygdin ikki kemur í vanda. 30. september 2023 verður verkfallið tikið aftur á medisinsku seingjadeildini B7 á Landssjúkrahúsinum. Til ber ikki at fremja verkfallið, við tað at deildin longu frammanundan er mannað við minni enn minstumanning. Nakrar av umbønunum til psykiatrisku seingjadeildirnar verða játtaðar. Undantøkini verða givin til hósmorgunin 5. oktober 2023 kl. 8. Undantøkini svara til, at deildirnar eru mannaðar við vikuskiftismanning.
4. oktober 2023 játtar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar at leingja tey flestu av undantøkunum til fríggjadagin 6. oktober 2023 kl. 16. 6. oktober 2023 játtar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar at leingja undantøkini til týsmorgunin 10. oktober 2023.
9. oktober 2023 verður verkfallið hert til at fevna um skurðambulatoriið, B3, á Landssjúkrahúsinum.
11. oktober 2023 verður verkfallið hert til at fevna um allar sjúkrarøktarfrøðingar og deildarleiðarar á medisinska ambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum. Krabbamein, giktasjúkur, maga- og tarmsjúkur, blóðsjúkur, palliativa toymið og blóðdialýsa verða undantikin.
13. oktober 2023 verður verkfallið hert á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi. Verkfallið fevnir um allar sjúkrarøktarfrøðingar, deildarleiðarar/funktiónsleiðarar og varaleiðarar/toymisleiðarar, sum starvast á hesum deildum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi: Almen kirurgisk ambulatorium, Ortopædisk ambulatorium, Urologisk ambulatorium og Svøvnambulatorium. Og á Suðuroyar Sjúkrahúsi: Kardiologisku starvsstovuni, Pínuklinikkini og ambulantum virksemi á skurðgongini.
17. oktober 2023 verður verkfallið hert til at fevna um allar sjúkrarøktarfrøðingar og deildarleiðarar á Skurðdeildini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
18. oktober 2023 verður verkfallið hert til at fevna um allar sjúkrarøktarfrøðingar, deildarleiðarar og varaleiðarar á Skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum. Verkfallið fevnir ikki um Skopieindina.
Samband er millum partarnar 27. og 28. oktober 2023, men Semingsstovnurin metir ikki grundarlag vera fyri at fara undir nýggja semingsroynd.
30. oktober 2023 játtar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar at leingja undantøkini eitt samdøgur til týsdagin 31. oktober 2023 kl. 16.
Meðan verkfallið hevur verið, hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar veitt undantøk, so at tær verkfalsraktu deildirnar í høvuðsheitum hava verið mannaðar við vikuskiftismanning.
Sjúkrahúsverkið hevur ikki mett, at sjúklingatrygdin hevur verið í vanda. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar boðaði 1. november Sjúkrahúsverkinum frá, at undantøkini verða longd til 2. november kl. 16, men at eftir hetta verða eingi undantøk veitt á seingjardeildum, skurðdeildum og ambulatorium. Sjúkrahúsverkið metir, at verða eingi undantøk veitt á hesum deildum, kemur sjúklingatrygdin hjá borgarum í vanda. Sí fylgiskjal 2. Landsstýrið sær sær ongan annan útveg enn at leggja uppskot fyri løgtingið við tí endamáli at enda tann partin av verkfallinum, sum kann hava vanda fyri sjúklingatrygdina við sær.