Meistararnir verja gullið

Stjørnan-VÍF 19-24 (9-10):

Hetta líkist niðurstøðuni, eftir at einasti veruligi avbjóðarin hjá VÍF, Stjørnan, mátti lúta fyri meistarunum á heimavølli sunnudagin

 

Hondbóltur ? kvinnur


Í teirri løtu at Jacklin Durhuus sendi bóltin í meskarnar til 14-19, tóktist tað greitt. Hvussu nógv Stjørnan so enn ynskti at koppa meistarunum úr VÍF, so skuldi hetta ikki eydnast teimum, og við týdningarmikla sigrinum hevur VÍF í hvussu so er aðra hondina á FM-steypinum, sum tær eisini vunnu sær í fjør.

Andlitsbrøgdini eftir júst hetta málið søgdu mest sum alt. Vestmannakvinnurnar dansaðu og sungu við »Skip to my lou« sum varð spældur til júst hetta málið, meðan tær hjá Stjørnuni drýptu høvdini. Tær høvdu verið annar parturin av eini oddauppgerð, og høvdu sum so eisini verið við til at skapt ein góðan hondbóltsdyst, men tá alt kom til alt, so vóru tær ikki meira enn næstbest.


Týdningurin darvaði

Undan hesum, og sum so eisini fram til dystarenda, so hevði talan tó verið um ein dyst millum tvey lið, sum bæði vildu prógva, at tey eru tey bestu í landinum.

Tað var sólarklárt frá fyrsta bríksli, at her vildi hvørgin parturin geva seg. Í verjupartinum varð nógv lagt fyri, og tá týdningurin av dystinum tóktist at nerva leikararnar á báðum liðum, gekst sera striltið við at koma fram til veruliga møguleikar. Ikki fyrr enn 6 minuttir og 11 sekund vóru leikt, fekk VÍF lagt seg framum.

Ein skuldi kanska hildið, at fyrsta málið varð tað, sum fór at seta meira ferð á dystin, men soleiðis gjørdist tó ikki. VÍF helt seg kanska nevið frammanfyri, men tað var framvegis galdandi, at týdningurin av dystinum tóktist ov stórur. Fjáltur var á at kalla øllum leikarunum, og tí kom spælið ongan tíð upp á tað støðið, sum bæði liðini annars eru før fyri.

Ein lítla løtu hóttu vestmannakvinnurnar við at toga seg avstað, men Stjørnan svaraði straks aftur, og var tað ikki fyri misnýtta brotskastið hjá Adrijanu beint fyri hálvleik, so hevði verið javnt í hálvleikinum.


Verjuskiftið eydnaðist

Var lítil munur á fyrra umfarið, so gjørdist gongdin heldur sjónligari í seinna. Her eydnaðist tað rættuliga skjótt hjá VÍF at toga seg frá, og eina løtu sóu vit eisini hitt veruliga VÍF. Har verjan koyrir við fullari ferð. Bóltar verða fangaðir og kontraálopini send avstað. Ein av orsøkunum til hetta mundi vera, at VÍF nú aftur nýtti eittara í verjuni. Tær byrjaðu annars við flatari 6-0, og hetta tóktist ikki at rigga eins væl. Við Nicoletu sum eittara fingu tær fyrst og fremst skermað av fyri Simonu Dziugyte, og av tí sama gjørdist hóttanin frá heimaliðnum nógv minni.

Stjørnan royndi at svara aftur, og kundi við eitt sindur av hepni skapt spenning í aftur, men tær megnaðu ikki at gagnnýta yvirtalsstøðu, og tá so Jacklin skoraði málið, sum hendan greinin byrjar við, tóktist alt avgjørt. Og tó at Stjørnan fór at royna við bæði mansverju og við at spæla ein móti einum, so hjálpti hetta millum lítið og einki. VÍF vann dystin, og hildu harvið fast um oddasessin, sum tær ikki hava slept seinasta góða árið.


Málverjarnir

Umframta tað í sjálvum sær var áhugavert, at talan var um oddadyst, so varð eisini sæð fram til fleiri spennandi tvídystir í dystinum.

Ein av hesum var dysturin millum málverjarnar báðar. Agne Masenaite og Manuela Stan. Tað skal verða sagt alt fyri eitt, at tær áttu báðar stóran heiður av dystinum, har tær veruliga prógvaðu seg sum tær bestu í landinum, men tað skerst tó ikki burtur, at tað var Manuela, sum vann hendan tvídystin.

Tá tørvurin var størstur á klassabjargingum, var hon hvørja ferð før fyri at toga hesar fram. Ikki minst var hetta neyðugt eitt skifti í fyrra hálvleiki. Stjørnan hevði vunnið seg upp á 7-7, og meðan VÍF hevði ein leikara útvístan, hótti Stjørnan við at fara avstað. Tríggjar feðrir í slag vóru tær leysar við Manuelu, men hvørja ferð fekk hon vart fyri. Hetta var kanska besta løtan hjá heimaliðnum í dystinum, og hevði tað her eydnast at rykt, kundi talan verðið um ein heilt annan dyst, men soleiðis skuldi tað bara ikki verða.


Ioana vann á Simonu

Ein annar tvídystur var tann millum báðar máldrotningarnar í føroyskum kvinnuhondbólti. Verandi toppskjúttin, Simona Dziugyte móti trífalda toppskjúttanum, Ioana Rápa.

Á hagtalssíðuni eydnaðist tað hesa ferð Ioanu at vinna á litavanum, men tað var ikki bert her, at stóri rumenin hjá VÍF stóð seg betri. Yvir høvur tóktist spælið hjá Ioanu at vera nógv meira gjøgnum hugsað enn tað hjá Simonu, og ikki minst kom hetta til sjóndar, tá Nicoleta fór út at skerma. Tá kom tað fleiri ferðir fyri, at Simona í treiskni royndi at taka alt í egnar hendur, men alt ov ofta miseydnaðist hetta, soleiðis at talan ístaðin gjørdist um VÍF álop.


Áhugaverd nøvn

At hetta so eisini hongur saman við, at Ioana hevði eitt nógv betri lið kring seg, er nakað heilt annað, og sjálvandi eisini tað, sum hevði størstan týdning fyri útfallið av dystinum. VÍF hevur nevnliga besta liðið í landinum í dag. Eingin ivi um tað.

Við trimum sera stinnum útlendskum profilum afturat nøkrum av bestu føroysku leikarunum, eru gulu kvinnurnar nú væl ávegis til næsta gullmerkið á rað, og eydnast teimum at halda fast um fólkið, er lítið at ivast í, at talan fer at gerast um fleiri enn hesi bæði.

At enda kann leggjast afturat, at dysturin eisini var eitt hóskandi høvi hjá nýggja landsliðsvenjaranum, Jónleif Sólsker, at kunna seg um, hvørjar leikarar hann skal taka út til komandi venjingarnar. Bæði Stjørnan og VÍF eru nevnliga eisini annað enn bert tær útlendsku, og einki er at ivast í, at venjarin her fekk fest sær fleiri áhugaverd nøvn á blokkin.

Í øllum førum skal tað vera løgið, um t.d. Sóley, Jacklin, Nicolina, Fríða, Joan, Anna Kristina og Una ikki allar teljast millum tær, sum verða bidnar at møta, tá landsliðið hin 29. desember fer undir drúgva fyrireikingararbeiðið til EM-undankappingina, sum er á skránni um tvey ár.


Dysturin í tølum

Stjørnan-VÍF 19-24 (9-10)

Málskjúttar:

Stjørnan: Simona Dziugyte 6, Joan M. Joensen 6, Andrijana Milodanovic 3(1) Bára Skaale 2, Beinta Klakstein 1, Una Olsen 1

VÍF: Ioana Rápa 7(1), Aólwy Mikkelsen 4(1), Jacklin Durhuus 4, Nicoleta Radu 4, Fríða Marjunardóttir 3, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 1, Randi Kúrberg 1

Brotskøst: Stjørnan 3, VÍF 4

Útvísingar: Stjørnan 2, VÍF 3

Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen & Kristian Johansen. Var 13?stigin galdandi, skuldi talan í minsta lagi verið um 11 tal.