Hákun Djurhuus: SEV eigur rættin til vatnorkuna

Stjórin í SEV hevur onki ímóti kapping, men heldur ikki, at tað er skilagott at skilja netið frá SEV, og hann er sannførdur um, at kommunala orkufelagið eigur rættin til vatnorkuveiting í Føroyum.

Ingolf S. Olsen
----

Hóast ongin enn rætti­liga veit, í hvussu stóran mun, Jo­han Dahl, lands­stýris­mað­­­ur í vinnu­málum, ætlar at liberalisera føroysku el­veit­ingina, so er Hákun Djur­huus, stjóri í SEV, ikki í iva um, at kommunala orkufelagið eis­ini fram eftir fer at hava av­gerandi leiklutin, tá tað snýr seg um orkuveiting.
– Vit standa fyri næstan allari elframleiðsluni í Før­oy­um og hava stórar og kost­naðarmiklar útbygg­ingar fyri framman. Tað er SEV, sum hevur veitingarskylduna, og eg dugi ikki at ímynda mær, at nakar nýggjur aktørur er førur fyri at átaka sær henda leiklutin við øllum tí, tað inniber, sigur Hákun Djurhuus, sum tó leggur dent á, at hann onki hevur ímóti kapping á summum økjum.
– Síðani 2007, tá ið El­veit­ingar­lógin kom, hevur kapp­ing verið um vindorku­framleiðsluna, og tað er fínt. Tað riggar, tá talan er um óstøðugar orkukeldur, tí tað tá bara snýr seg um at framleiða orku uttan system­veitingar. Men tað er samstundis umráðandi, at ábyrgdin fyri tí stabilu orku­framleiðsluni við system­veit­ingunum, sum í Føroyum er vatnorka og termisk orka frá oljuriknum verkum, er púra greið. Hendan ábyrgdin er ásett í Elveitingarlógini og liggur hjá SEV, sigur hann.

Viðkvæmt net
Í størru grannalondunum eru fleiri størri og smærri ak­tørar, sum framleiða elorku inn á netið, sum er sentralt stýrt, men Hákun Djurhuus heldur ikki, at tað í Føroyum ber til at skilja netið frá rest­ini av orkukervinum sum eina sjálvstøðuga eind.
– Eitt er, at tað vildi havt stóran eyka rakstrarkostnað við sær, um netið skuldi verið skipað sum sjálvstøðugt felag. Men reint tekniskt vildi tað eisini verið ein sera ótrygg loysn, tí vit tosa um eitt sera lítið, sjálvstøðugt net, sum tískil eisini er sera viðkvæmt. Tað er alla tíðina neyðugt við tí stabiliserandi framleiðsluni við systemveitingunum. Tað er ikki soleiðis, at vit kunnu hyggja at el-netinum sum at einum veganeti, har fram­leiðslan bara flýtur javnt og greinar seg út til brúk­ar­­arnar. Standurin á elnet­inum er neyvt tengdur at fram­leiðsluni út á netið til eina og hvørja tíð, og tess minni netið er, tess meira við­kvæmt er tað. Tað kann als ikki samanberast við evrope­iska meginlandið, har øll netini hanga saman og stabili­sera hvørt annað, sigur Hákun Djurhuus.
Av somu orsøk, sum hann ávarar ímóti at skilja netið frá SEV og leggja tað í eitt sjálvstøðugt alment felag, vil hann varðveita rættin hjá SEV til vatnorkuna.

Oljan skal út
– Oljan skal út, so tað verður vatnorkan einsamøll, sum skal vera tann stabiliserandi framleiðslan. Sjóvarfalsorka, sum vónandi fer at vinna nógv fram í komandi árum, er eisini ein stabil orkukelda á tann hátt, at vit kenna streym­viðurskiftini fram í tíðina. Men hon hevur kort­ini eina óstabila náttúru, tá hon verður framleidd inn á netið, tí veður, vindur og streymn­ings-viðurskifti ávirka ta framleiðsluna rættiliga nógv. Tí er tað í fyrsta lagi vatn­­orkan, sum verður tann stabili­serandi framleiðslan, sig­ur SEV-stjórin.
Hann er eisini sannførdur um, at SEV eigur rættin til vatnorkuna, tó at rætturin, sum interkommunala orku­felagið fekk upp á vatn­orku­framleiðslu í Føroyum í 1963, gekk út í fjør. Tað loyvið er longt fyribils til 30. apríl í ár.
– SEV hevur átt rættin í 50 ár og hevur gjørt risa­stórar íløgur í vatnorku. SEV hevur eisini kortlagt nýggj­ar møguleikar fyri íløg­ur í vatnorku. Kappingin er um, hvør kann byggja bílig­ast, tá tað snýr seg um vatn­orku, altso hvør fær bílig­ast fígging, loysnir við meira. Tað er onki at ivast í, at í tí kappingini liggja vit eisini sera frammalaga. Tí dugi eg ikki at síggja, hví vit ikki skuldu fingið longt einkarrættin til vatnorkuna í 50 ár afturat, um endamálið væl at merkja er, at elprís­urin skal haldast á so lág­um støði fyri brúkaran sum gjørligt, sigur Hákun Djur­huus.

Samstarv
Júst á hesum økinum renna áhugamálini hjá SEV og privata orkufelagnum Røkt tó saman. Røkt hevur nevni­liga eisini sókt um loyvi til vatnorkuframleiðslu fyri at kunna fremja eina verkætlan, har vindmyllurnar hjá felag­num pumpa vatn í byrg­ing­ina á Mýrunum oman fyri Vestmanna, tá tær ikki framleiða beinleiðis út á netið. Við hesi sonevndu pump and storage-skipanini (pumpu- og goymslu-skipanini) vil privata orkufelagið goyma vindorkuna sum vatnorku, men til tað krevst, at byrg­ingin verður hækkað og sam­stundis eitt loyvi til vatn­orkuframleiðslu.
– Slíkar verkætlanir verða ikki forðaðar av, at SEV eigur rættin til vatn­orku­fram­leiðslu. Verkætlanin kann fremjast í samstarvi við okkum, og samráðingar hava eisini verið um tað við Røkt, men tað hevur ikki enn eydnast at koma á mál við hesum, sigur Hákun Djurhuus.
Hann leggur dent á, at SEV er áhugað í samstarvi við aðrar framleiðarar, tó at hann vil halda fast um, at SEV framhaldandi skal eiga og umsita netið og hava rættin til vatnorkuna.
– Tað er fortreytin fyri at hava eina stabila elveiting og tískil fyri at kunna halda veit­ingarskylduna. Men tá tað snýr seg um aðra fram­leiðslu, serliga vind­orku, so er onki í vegin fyri kapp­ing og sam­starvi. Bæði tá vindmyllu­lundin í Neshaganum og tann í Húsahaganum vórðu bodnar út, vóru vit opnir fyri at arbeiða saman við øðrum aktørum, men av ymiskum orsøkum vórðu vit í Neshaga einsamallir, tá avtornaði, meðan vit í Húsahaga hava samstarvsavtalu við Magn, sigur Hákun Djurhuus.
Í aðrari grein rør Johan í Niðristovu, stjóri í Røkt, fram undir, at SEV hevur havt kappingarfyrimun, tá teir bjóðaðu upp á Húsa­hagan, tí felagið kann mót­­rokna sparingar í olju­nýtsl­­uni á Sundi, tá vindorku­fram­leiðsl­an verður økt.
Hesum vísir Hákun Djur­huus tó aftur.
– Útboðið var treytað av, at talan var um eina sjálv­støðuga framleiðslueind utt­an møguleika fyri rokn­skapar­ligum mótrokningum av nøkrum slagi, og vit hava hildið treytirnar, sigur SEV-stjórin.
100 prosent grønt
Hann vísir eisini á, at ráð­andi støðan hjá SEV ikki hevur forðað fyri ný­hugs­an, innovasjón, og lut­tøku í nógvum orkumenn­ingar­ætl­anum, og nevnir í tí sam­band­inum eina røð av verk­ætlanum.
– Umframt framhaldandi útbygging av vatn- og vind­orkuframleiðsluni, verður tað helst sjóvarfalsorkan, sum størstur áhugi fer at verða um næstu árini, tí hon hevur potensjali til, at Føroyar kunnu verða 100 prosent forsýnaðar við grønari orku um nøkur ár – optimistarnir siga 10 ár, realistarnir 20 ár, staðfestir Hákun Djurhuus.