Ikki afturgongd men framgongd í Sørvági

VINNULÍV - Tað eru ikki nógvar sólskinssøgur í hesum døgum. Men alivinnan her í økinum hoyrir til undantakið, og hevði vind í seglunum í fjør. Og í ár eru vónirnar eisini góðar, sigur Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu. - Tað var ofta trongligt á bryggjuni í fjør.

Sørvágur: - Hjá okkum er tað sum so manga aðrastaðni: Tá fiskaríið gongur væl, ávirkar tað skjótt virksemið á landi, vísir borgarstjórin á.

Í Sørvági er stórt og væl útgjørt havnarlag, sum er ført fyri at taka sær av øllum tí víttfevnda virkseminum ið finst innan fiskivinnuna.

Virksemið innan hesa vinnuna sæst væl á bryggjuni, har eftirspurningurin eftir vørum og tænastum avspeglast í prísi og nøgd. Eitt dømi um hetta er fiskiskapurin eftir upsa, sum hevur verið stak vánaligur.

- Eitt úrslit av hesum er, at bátar hava ligið við bryggju, tí tað snøgt sagt ikki loysti seg at loysa frá landi. Og støðan gjørdist ikki frægari, tá Fiskavirking fór av knóranum í farna mánaði.

- Tað svitast ikki, at minni eftirspurningur eftir eini vøru plagar at geva minni prís, vísir Sune Jacobsen á. - Vit mugu vóna, at okkurt skilagott reisist úr øskuni, og at tað framvegis fer at bera til at hava fiskivinnu á landi.

Borgarstjórin vísir í ársfrágreiðing síni fyri 2010 á, at annað alternativ til høvuðsvinnuna finst ikki í løtuni, hóast laksavinnan hevur gingið væl, har serliga tann góði prísurin hevur havt eitt gott avkast við sær.


9000 tons

Tað hevur, sum nevnt, gingið afturá við fiskivinnuni kring landið hetta farna árið, men soleiðis er ikki í Sørvági.

Nøgdirnar sum Landingarmiðstøðin hevur tikið ímóti hava verið vaksandi ár undan ári - frá 3800 tonsum í 2007 til omanfyri 9000 tons í fjør.

- Bara í november mánaði í fjør tók Landingarmiðstøðin ímóti 540 tonsum. Og er hetta størsta nøgdin sum er farin gjøgnum miðstøðina ein einstakan mánað, vísir Sune Jacobsen á.

Tað eru heldur ikki smáar nøgdir sum farnar eru niðan gjøgnum bygdina - um Blindtarmin, tey siga - í farna árinum. Umframt tey 9000 tonsini frá Landingarmiðstøðini, hevur kryvjivirkið Luna eisini flutt 5000 tons úr bygdini.

Haraftrat hevur Luna flutt 2100 oman í bygdina. Her er talan um alifisk, ið er komin av Gøtuvík og til kryvjingar í Sørvági.

- So hevði Blindtarmurin dugað at tala, so hevði hann sæð 16000 tons farið framvið. Hetta eru ikki smá tøl, tí hetta svarar til 16 prosent av miðal botnfiskaveiðuni undir Føroyum, staðfestir borgarstjórin.


Inntøkur

Júst Luna er í mangar mátar at meta sum ein sólskinssøga. Í fjør vóru 5100 tons kruvd á hesum virkinum - av teimum komu tey 3000 tonsini av Sørvágsfirði, meðan restin sum nevnt kom av Gøtuvík.

Í ár er ætlanin at kryvja eini 8000 tons - tey fyrstu tonsini av Gøtuvík, og tey seinnu úr Miðvági.

Alt hetta virksemið á sjógvi og landi hevur verið til gagns fyri inntøkurnar hjá kommununi. Hesar vóru í roynd og veru heldur størri enn mett varð eitt ár frammanundan.

Um teir fyrstu 11 mánaðirnir í 2009 og 2010 verða sammettir, so var inntøkan góðar 26,8 mió krónur í 2009, meðan hon í fjør vaks við nærum 1,2 mió krónum, til góðar 28 mió krónur.

- Hetta er ein vøkstur sum svarar til 4,43 prosent, vísir Sune Jacobsen á.



fyri seg





Skuld: 13 mió krónur

Langfreistaða nettoskuldin hjá Sørvágs kommunu var við árslok 8,5 mió krónur. Haraftrat hevur kommunan fingið tilsøgn um at læna 5,6 mió til lutvísa fígging av íløgum í ár. Soleiðis verður samlaða nettoskuldin við árslok góðar 13 mió krónur.

Men tann greiði boðskapurin hjá Suna Jacobsen er, at áhaldandi tosið um at leggja kommunur saman við lóg hevur gjørt meiri skaða enn gagn.

Hann vísir á, at nógvar kommunur vóru á sinni skuldarbundnar upp um skorsteinin í 90’unum, men seinni var skuldin komin niður á eitt meiri hóskandi støði.

Tað sum nú hendir er, at flestu kommunur byrjaðu at gera íløgur, so tað komu upp undir skuldarmarkið, eins og myndugleikarnir byrja at tosa um samstarv á skúlaøkinum.




fyri seg


Íløgur fyri 8,5 mió krónur

Í ár fer Sørvágs kommuna at gera íløgur fyri 8,5 mió krónur.

Av hesi upphæddini fer skúlin við einum stórum parti - 4 mió - meðan ætlanin at fáa sjóhita úr sandinum niðan til Sørvágs skúla fer at kosta 1,1 mió krónur.

Annars verða 855.000 krónur nýttar til byggibúning, 400.000 krónur til ymisk arbeiðir við dagstovnin Alvalon og 750.000 krónur til vegir og amboð, eins og 300.000 krónur fara til at seta upp eitt reinsiverk til vatnið í Gásadali.




fyri seg


Sjóhiti til skúlan

Í samstarvi við Jarðfeingi hevur Sørvágs kommuna arbeitt við eini ætlan um at leiða sjóhita úr sandinum og nýta hann til upphiting av skúlanum.

Hetta hugskotið hevur vakt ans, og hevur Innlendismálaráðið játtað at verða við í fíggingini.

Hugskotið er at leggja 5 km av jørðslangu ein metur niður í sandin, haðani ein kann upptaka ta orkuna sum skal nøkta tørvin hjá bæði skúlanum og svimjihøll hansara.

- Henda skipanin er roynd aðrastaðni, men hetta er fyrstu ferð at hon verður roynd í Føroyum, vísir borgarstjórin, Sune Jacobsen á.

Tvær føroyskar fyritøkur hava verið við í arbeiðinum, og skal fyritøkan Reno-Vent gera tær seinastu kanningarnar, áðrenn endalig støðan kann takast til ætlanina.




fyri seg


Fleiri ung doyggja

Fólkatalið í Sørvágs hevur verið støðugt tey seinnu árini. Tó sæst ein broyting, og tað er at fleiri ungfólk eru farin í farna ári.

Í kommununi sum fevnir um bygdirnar Sørvág, Bø, Gásadal og Mykines búgva í dag 1136 fólk, sum eru fýra færri enn árið fyri.

Um hugt verður eftir talinum av andlátum sæst, at tey eru vorðin fleiri. Í keldum frá 1986 sæst, at í miðal eru 10 fólk deyð um árið.

Í 2010 hendi tó tann broytingin, at 22 andlát hava verið í kommununi.

- Tey gomlu skulu doyggja. Tey ungu kunnu doyggja, verður sagt. Men her hjá okkum eru fleiri fólk farin í bestu árum.

- Tí kennist sorgin og saknurin so stórur í okkara lítla nærumhvørvi, har vit koma hvørjum øðrum meiri við, sigur Sune Jacobsen. - At veit styrki og vón, kann bert tann Eini gera.


fyri seg


citat

“Tey gomlu skulu doyggja. Tey ungu kunnu doyggja, verður sagt. Men her hjá okkum eru fleiri fólk farin í bestu árum



“Hugskotið er at leggja 5 km av jørðslangu ein metur niður í sandin, haðani ein kann upptaka ta orkuna sum skal nøkta tørvin hjá bæði skúlanum og svimjihøll hansara


“Um teir fyrstu 11 mánaðirnir í 2009 og 2010 verða sammettir, so var inntøkan góðar 26,8 mió krónur í 2009, meðan hon í fjør vaks við nærum 1,2 mió krónum, til góðar 28 mió krónur




myndatekstir


(upp og niður myndir)


NÓGVUR FISKUR

Hvønn einasta dag fer nógvur fiskur um bryggjuna í Sørvági. Bæði bátar av bygdini og aðrastaðni frá landa her. - Eini 16000 tons komu uppá land í fjør, vísir borgarstjórin, Sune Jacobsen (innfeldur) á

Mynd: Jens Kristian Vang



ARBEIÐI

Nógva fiskaarbeiðið í Sørvági skapar eisini inntøkur til kommununa. Skattainntøkan í 2010 vaks við nærum 1,2 mió krónum, til góðar 28 mió krónur í fjør