Tann gula boblan hjá Katrini

Katrin Joensen á Argjum eigur helst Føroya flottastu VW boblu í upprunasniði

Tað er tann gula Boblan, sum m. a. hevur verið at sæð á mong­um tiltøkum hjá Føroya Ellisakførum. Katrin Joensen á Argjum hev­ur altíð hildið VW-bobluna –VW Type 1 –verið ein á­huga­verd­an bil. Ein sera einfaldur bilur, sum í dag er ein sann­ur klassikari.

 

Ein dagin í apríl í 1994 stóð ein lýsing í bløðunum: Poula Klein í Vestmanna seldi eina boblu. Farið varð at hyggja at henni. Hon stóð í eini garasju, og har hevði hon ivaleyst stað­ið still rættiliga leingi. Hjólini vóru púra føst, og boblan fekst ongan veg. Onkur sum kom fram við helt fyri, at »hasin bil­ur­in hevur neyvan verið  úti síðan asfalt kom á vegirnar«.

 

T­í­bet­ur kom ein jeepur framvið, og við sleipi frá honum fekst Boblan á rull. Hon varð royndarkoyrd – og keypt.

 

Í­stand­set­ing­in byrjaði um heystið sama árið – frá innast til utt­ast. Lítið var av rusti, bara skermkantar og trinbrettið. Men hurð­ar­nar máttu skiftast. Boblan var lakkerað bæði utt­an og innan –hon bleiv at kalla sum spildurnýggj. Trý tey fyrstu árini varð hon brúkt dagliga sum »bilur nummar 2«, men síðani hevur hon bert verið brúkt sum ellisakfar.

 

##med2##

 

Jubileumsmordell frá 1973

 

Hendan boblan er eitt jubeleumsmodell frá 1973, sum nevnist »Jeans-model«. Fyri tí tekniskt áhugaða kann nevn­ast, at hon hevur luftkøldan 4-sylindara boksaramotor við 1200 kubikkum og 34 DIN hestum. Eitt sermerki er, at setr­ini á hesum Jeans-modellinum eru polstrað við cowboy-toyi. Hetta var nakað illa falmað av ljósi gjøgnum tey mongu ár­ini. Katrin polstraði tí setrini av nýggjum við nýggjum cow­boy-toyi.

 

##med3##

 

Fimm eigarar hava átt bilin

 

Eigararnir hava verið Jonhard Egholm, Streymnes (1973-78), Wenzel Petersen Bilasøla (1978-79), Eiler Poulsen, Hoyvík (1979), Poula Klein, Vestmanna (1979-94) og Katrin Joensen, Argir, (1994-).

 

Boblan –VW Type 1 – fekk upprunaliga sítt snið í einum sam­­starvi millum kenda bilmannin Ferdinand Porsche og ikki minni kenda týska ríkiskanslaran Adolf Hitler, ið hevði sett sær fyri, at tað skuldi framleiðast eitt bilmodell í Týsk­landi, sum ein og hvør týskari skuldi hava ráð til at keypa. Hetta vóru krøvini til Ferdinand Porsche. Tað skuldi so­statt vera ein »fólkavognur« –ein »Volkswagen« – VW, eis­ini kallaður »Typa 1«.

 

##med4##

 

Nógv seldur bilur

 

Tann fyrsta Boblan varð seld í Týsklandi í 1945. VW-bobl-

 

­­an varð ein av heimsins mest seldu bilum.

 

Í Føroyum varð tann fyrsta Boblan seld tann 17. juli í 1953. Nógv­ar vórðu síðan seldar her, men helst eru færri enn fimm koyriklárar eftir í dag.

 

Hví man tað vera so? Kanska tí hetta »simpla« bilmodellið neyvan var virt nakað serligt millum bilentusiastar. Vit kunnu tí bara fegnast um áhugan hjá Katrini Joensen fyri júst hesi bobluni, sum av hennara áhuga fyri bilinum er varðveitt fyri eftirtíðina. Bilurin stendur fjálgt og væl í kjallaranum hjá Hans Paula og Katrini á Argjum.

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

VW bilar í Bringsna­gøtu

 

##med8##

 

Bringsn­a­gøta í Havn í sekstiárunum. Fremri bil­­ur­in er ein Volkswagen 1500 Var­iant hjá Har­­aldi Jen­sen, í frukt- og matvøruhandilin í »Gong­­ini«. Volks­wagen 1500 (VW Type 3) vórðu framleiddir frá 1961 til 1973. Tann aftari bilurin er ein Volks­wag­en Bobla (VW Type 1). Framleiðslan av Bobluni byrjaði stutt eftir kríggið. Í Evropa vórðu Boblurnar gjørdar til 1974, tá tær vórðu avloystar av VW Golf.

 

Fyrsta Boblan

 

##med9##

 

Fyrsti VW-persónbilur ”Bobla”, varð seld til Hjalmar Jacobsen, el-verk­stjóra, norðuri á Strond í Klaksvík. Hes­in bilurin varð skrásettur 17. juli 1953 og numm­arið varð Fø 315. Hjalm­ar Jacobsen hevði hendan bil­in í 11 ár, til hann í 1964 keypti ein nýggjan av sama slag.

 

Boblan hjá Gunder Johansson

 

##med10##

 

Bilurin er ein VW Bobla hjá Gunder Schiller Johansson í Havn. Gunder hevði fleiri av gomlu Fólkavognunum og seinni skifti hann yvir til Ford og hevði onkrar Taun­us, Granada og Sierra.

 

Faro­dane seldi VW-bilar frá 1952 til fyrst í 1970-unum, tá Føroya Motor Co í Horna­bø fekk umboðið. Hans Johannes Clem­ent­sen hevði verkstað og tænastu fyri VW bil­ar­nar alla tíðina meðan Faroedane hevði umboðið. Gund­er Schiller Johansson byrjaði sum skradd­ari í 1956. Fyrstu árini í hús­u­m sínum í Tvørgøtu til hann í 1965 læt klædnahandilin “Gunder harra­toy” upp í Niels Finsengøtu. Hann gavst at handla í 1979. Myndin er tikin við Leyna­vatn.

 

Fyrsti VW í Føroyum

 

##med11##

 

Fyrsti VW varð seldur til Carl August Jensen, keypmann í Kollafirði, tann 27. august í 1952. Tað var ein bussur, ið tók 8 ferðafólk, sum hann koyrdi rutu við millum Koll­afjørð og Vestmanna. Tá var eing­in Oyggj­arvegur komin, men mjólk­ar­bátarnir høvdu fasta sigling mill­um Havn­ina og Kollafjørð. VW-buss­ar­nir og vørubilarnir, vanliga nevnd­ir, ”Rugbreyð”, vórðu nógv seld­ir sum rutubilar og vørubilar hjá handl­um og fyritøkum. Tað var fyri­tøk­an Farodane, sum hevði umboð fyri VW í Føroyum.

 

##med12##

 

582 akfør í Føroyum í 1955

 

Sambært hagtølum, sum vit hava fingið til vega frá Akstovuni, sum upprunaliga eru frá motorkóntórinum hjá løgregluni, so vóru 582 bilar skrásettir í Føroyum við árslok í 1955.

 

Býtið var soleiðis:

 

Bussar 12.

 

Hýruvognar 112.

 

Aðrir persónsvognar 50.

 

Vøru- og lastvognar 285.

 

Motorsúkklur 111.

 

Brandvognur 1.

 

Sjúkravognur 2.

 

Tilsamans 582

 

##med13##

 

Skrásettu 151 nýggjar bilar í Føroyum í 1993

 

1993 var eitt sera soltið ár hjá føroysku bilasølunum.Hetta var í ringastu krepputíð, og tá kreppa er, so gongur tað hart út yvir bilasølu. Tað er eitt kent fyribrigdi. Í 1993 vórðu bara seldir 151 nýggj akfør í Føroyum. Tá er alt talt við. Árið fyri, í 1992 vóru skrásett 557 nýggj akfør, og árið eftir, í 1994 vórðu skrásett 172 nýggj akfør.

 

Bilasøla tók so dik á seg aftur, og í 1999 var talið komið upp á 2019

 

##med14##

 

Nú eru 42.170 akfør í Føroyum

 

Talið av akførum í Føroyum er vaksið nógv, síðani fyrsti Fólkavognurin kom til Føroya fyri 71 árum síðani. Vit kunnu siga, at talið er vaskið meira enn 100 prosent av tí, sum tað var í 1953 á hvørjum ári síðani. Vit hava tøk hagtøl aftur til 1955, og tá vóru 582 akfør í Føroyum.

 

Nú eru tey 42.257. Tað er 73 ferðir talið, sum varí 1955.

 

Nýggjastu hagtølini, sum eru frá 1. november í ár siga, at tað eru 27.898 persónbilar í Føroyum.

 

4.832 vøruvognar.

 

1897 prutl.

 

742 lastbilar

 

562 motorsúkklur.

 

##med15##

##med16##

##med17##

 

Úr Sosialinum nr. 48, 22. november 2024:

 

VW Variant undir Pæsastovu og VW Type 1 undir Tummasarstovu

Fyrsta Fólkavognsboblan í Føroyum. Her síggjast døtur Hjalmars, Ingun Joensen og Elin Súsanna Jacobsen. Yngsta dóttir hansara, Randi Jacobsen eigur myndina

Gunder við Bobluni við Leynavatn fyri umleið 60 árum síðani