Í morgin verður fundur í Løgtingsins uttanlandsnevnd, har uppskotið hjá Sirið Stenberg landsstýriskvinnu í uttanlandsmálum, til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina – sum snýr seg um víðkaðar heimildir at seta onnur avmarkandi tiltøk í verk í sambandi við hybridhóttanir o.a.
Lítið fæst at vita um málið, men fyrsti fundur er nústani. Málið varð lagt fram í Løgtinginum 14. august og var til 1. viðgerð 28. august, og tískil átti uttanlandsnevndin at verið kallað saman. Men eingin fundur hevur verið, og formaðurin, Bjarni Hammer, hevur biðið løgtignsforkvinnuna um longda freist, sum hann má, á hann ikki heldur freistina.
Fundur er á skrá klokkan 9 í morgin. Og longu 10 minuttir eftir fundarbyrjar, koma sambært skránni umboð fyri Politiets Efterretningstjeneste og Forsvarets Efterretningstjeneste.
Málið snýr seg um at seta tiltøk í verk í móti tveimum russiskum reiðarum, sum eru løgd undir at føra hybridhóttanir til frama fyri russisku stjórnina. Talan er um tvey russisk feløg, Murman SeaFood og Norebo JSC, sum hava fiskiloyvi í føroyskum sjógvi, og eru millum tey, sum í ES eru undir illgruna fyri hybridatgerðir, og sum sostatt koma undir strong avmarkandi tiltøk.