Kunningarfundur um størstu íløguna hjá Vestmanna kommunu

Í 2026 verður farið undir at høvuðsumvæla og umbyggja gamla skúla á Kongsteigum. Dagføringin snýr seg ikki bara um nýggjan klædning og vindeygu, men um at skapa best møguligu karmar fyri góðari læring og menning

Vestmanna kommuna skrivar, at kommunan ger eina stóra íløgu í børnini og framtíðina. 

 

Elsti partur av Vestmanna skúla er frá 1950, og næstelsti frá 1967. Skúlin hevur tænt fyri seg, og á vári næsta ár verður farið undir umbyggingina. Einki verður gjørt við nýggja skúla, sum er frá 1986, í hesum umfari.

 

Byggingin tekur góð tvey ár, og hetta fer tí at ávirka næmingar, lærarar og onnur, sum brúka skúlan.

 

Kommunan bjóðar tí øllum áhugaðum á kunningarfund á Miðnámi mikukvøldið 8. oktober kl. 19.00. Tá verður m.a. kunnað um, hvussu skúlin fer at síggja út innan og uttan.

 

Tað er arkitektastovan, EYA, sum hevur teknað nýggja skúlan.

 

Skúlabyggingin er størsta einstaka íløga, sum Vestmanna kommuna nakrantíð hevur gjørt.

 

180 næmingar ganga í Vestmanna skúla.