HB og GÍ fara ikki í summarfrí á jóansøku. Tá fer landskappingin í summarfrí, men HB og GÍ fara tá at fyrireika seg til steypafinaluna, sum verður á Tórsvølli 2. juli. Tá skulu GÍ og HB kappast innanhýsis, og føroyska steypafinalan skal kappast við finaluna í EM endaspælinum.
HB kom sera sannførandi í finaluna, meðan GÍ meiri ella minni kom haltandi í finaluna. Bæði HB og GÍ hava ofta verið í steypafinaluni. GÍ hevur fleiri spælarar enn HB við nógvum royndum frá týdningarmiklum dystum. Men tað er einki at taka seg aftur í, at nú hálvfinalurnar eru farnar aftur um bak, er HB favorittur at vinna steypakappingina. Støðutalvan boðar frá, at avrikini hjá HB hava verið væl meiri sannførandi, enn tey hjá GÍ hava verið.
Landskappingin tykist vera brotnað av um tvøran. Tað er tætt millum tey fimm ovaru liðini. B36 er á odda við átjan stigum, og KÍ er á fimta plássi við fjúrtan.
Tað er eisini tætt í botninum, har tað eru trý stig frá nummar seks og aftur til nummar tíggju.
HB kompleksið
B36 legði sera sannførandi fyri í landskappingini. Teir vunnu fimm teir fyrstu dystirnar, men nú hava teir tapt tvær ferðir í trimum royndum. Gomlu stórfeløgini KÍ og HB hava steðgað teimum. Tað er merkisvert, hvussu illa tað roynist hjá B36, tá teir spæla móti grannunum.
B36 er framvegis oddalið, men tað er ikki óhugsandi, at teir í níggjunda umfarinum fara at missa fyrsta plássið. Tá skulu teir spæla í Vági, meðan HB, sum bara er eitt stig aftanfyri B36, eigur heimavøll móti Sumba.
Hóast HB í sjeynda umfarinum tapti á heimavølli móti B68, so tykist eldra havnarfelagið, sum hevur fleiri blaðungar spælarar á besta liðnum, rættuliga at hava fingið høvdið fyri seg. Undan summarsteðginum eiga teir Sumba og B71 á heimavølli, og tað er ikki óhugsandi, at teir orduliga leggja B36 afturum seg.
VB og KÍ vinna nógv
Toftamenn vóru næstfremstir undan hvítusunnuni. Tað eru teir ikki longur. B68 tapti á heimavølli móti VB, og tað hevði við sær, at B68 datt niður á fjórða plássið. B68 styrkti nógv um sína støðu, tá teir vunnu í Gundadali móti HB. Tapið móti VB á heimavølli tók allan fyrimunin av útisigrinum á HB burtur.
B68 eigur nú tríggjar útidystir á rað. Úrtøkan í Gøtu, í Vágum og í Gundadali móti B36 fer at gera av, hvørja lagnu B68 fær í hesari kappingini.
Vágbingar hava ongantíð vunnið heiðursmerkir. Men úrslitini higartil í ár boða frá, at nú er álvari í avbjóðingini, sum VB hevur givið hinum feløgunum. Ofta hevur tað víst seg, at VB er steðgað upp hesa tíðina av árinum. Spælarahópurin og úrtøkan tey seinastu umførini siga, at eingin orsøk er at rokna við maskinsteðgi hjá VB. Tað skal ikki leggjast so nógv í tapið í seinnu semifinaluni í steypakappingini.
Nú eigur VB tveir heimadystir á rað. Annar er móti oddaliðnum úr B36, og hin er á jóansøku móti Sumba.
Saman við VB hevur KÍ havt størstu úrtøkuna tær seinastu vikurnar. 4?0 sigurin á Sandi staðfesti, at tað er munur á tyngd og breidd millum tey, sum eru best fyri hvat fólki viðvíkur og so hini. Men tað skal framvegis nógv til, áðrenn KÍ hevur vunnið seg fram til ta støðuna, sum teimum varð spádd undan kappingarbyrjan.
Gøtumenn steðgaðir á
2. hvítusunnudag stríddi GÍ seg til annað plássið í steypafinaluni. Tað er plástur á sárið, sum GÍ hevur fingið í landskappingini. Nógvu tey seinastu árini er tað sera sjáldan komið fyri, at gøtumenn hava tapt fleiri landskappingardystir á rað. Tað hava teir gjørt nú. Fyrst taptu teir so rudduliga í Vági, og leygardagin taptu teir í Sørvági.
So at siga øll níti árini vóru gøtumenn millum teir stinnastu. Tað var óvanliga væl klárað fyri eitt so lítið pláss sum Gøtu. Nú tykist standa á gomlum nøglum. Fleiri av spælarunum, sum vóru við til at vinna FM heitini, eru givnir. Teir, sum framvegis hanga í, eru farnir um besta fótbóltsaldur, og hóast venjarin er góður, og nógvir av spælarunum framvegis hava gott fótbóltsskil, so er úrtøkan ikki tann sama.
Tilgongdin er ikki, sum hon var tey góðu árini, og tað kann fara at vísa seg, at gøtufólk í nøkur ár mugu finna seg í, at teirra fótbóltslið fer at liggja um miðjuna í bestu deildini.
Tættari í botninum
NSÍ vildi ikki vera botnlið. Í Sumba høvdu teir í NSÍ nógv størri vilja og dirvi, enn teir hava havt í nógv umfør. Teir vunnu fyri fyrstu ferð síðani 24. apríl, tá teir í fyrsta umfarinum feldu KÍ við 1?0. Komandi sunnudag vitjar B71 á Skálafjarðarstevnu. Um NSÍ vinnur tann dystin, so verða teir ? fyribils í hvussu so er ? leysir av botninum.
FS Vágar megnaði hvítusunnuaftan at vinna fyrsta landskappingardystin í ár. Tann sigurin ger ivaleyst, at teir hava ikki so ógvuliga stórar trupulleikar av, at teir taptu finaluplássið í steypakappingini. Spurningurin er so, um hesin fyrsti sigurin fer at gera, at rættulig gongd kemur á. Komandi sunnudag skal FSV til Klaksvíkar, har teir 21. mai steðgaðu KÍ í steypakappingini.
Sumbingar hava tað sera strevið. Tvær tær síðstu ferðirnar hava teir tapt tilsaman 15?0, og teir rokna neyvan við so nógvum, tá teir sunnudagin fara í Gundadal at spæla móti HB!
Sandoyingar vilja fegnir vera annað enn eitt botnlið. Leygardagin gav KÍ teimum eitt orduligt skot fyri bógvin. Sunnudagin skal B71 spæla móti NSÍ, og tá er neyðugt at fáa stig, um botnurin ikki skal nærkast av álvara..
Erling Olsen hevur verið væl dámdur millum flest allar politikarar á Christiansborg. Hann fekk eisini heitið ?Uglin? fyri sítt góða vit og skil.
Nú hann enn einaferð leggur leiðina aftur til Danmarkar úr Føroyum hevur hann eisini nógvan nýggjan førning við sær. Hesaferð ikki til at brúka í politiskum arbeiði, men at hava við sær til hús.
-Eg er heilt hugtikin av øllum tí eg upplivað hesar dagarnar. Ikki minst av tiltøkunum í Norðurlanda-húsinum, har hann eisini var við til framførsluna av Jesus og Makedonarin. -Hetta var ein framúr vøkur framførsla. Eg eri virkuliga ovfarin og havi fingið uppaftur størri alsk til Føroyar eftir hesa stóru upplivingina sigur Erling Olsen, sum heldur tað vera eindømi fyri eitt fólk, at tað skal hava fostrað so nógv mentanarfólk. -Eg haldi tað er ljósið og isolatiónin, sum geva íblástur til tey mongu listarfólkini.