sum fáast við filmsvinnu í høvuðsstaðnum við tí fyri eyga at menna eina nýggja og týðandi vinnugrein, sum stendur í vøkstri í størsta parti av heiminum. Umsóknarfreistin verður í januar soleiðis, at umsøkjarar [...] Hendingar skulu fara fram í Tórshavnar kommunu - Filmurin verður lutvíst tikin upp í Tórshavnar kommunu - Filmslið skal í tann mun tað ber til brúka útgerð og tænastur frá veitarum í Tórshavnar kommunu. - [...] luttaka í verkætlanini hava førleikar at gjøgnumføra verkætlanina. Eisini skal stuðulin viðvirka til, at høvuðsstaðurin fær enn ein sýnisglugga út í heim við lýsingum o.l., og at fólkið, sum býr í kommununi
endaðu fremstir í 7 av teimum 16 bólkunum. Hetta gav vónir um, at føroyskir leikarar eisini megnaðu at koma langt í kappingini. Serliga Marjus Hansen gjørdi um seg í bólkaspælinu. Hann var í bólki við trimum [...] úr føroyum og restin úr hinum norðurlondunum. Kvinnur Fýra av føroysku kvinnunum komu víðari úr bólkaspælinum, men tað var bara Beinta Joensen, sum fann tað góða spælið fram í cup-dystunum. Longu í fyrsta [...] n var uppaftur betri, og endaði dystin við 97 í miðal, eisini var tað hægsta í kappingini. Nú var spenningur, um Bogi ella Marjus eisini megnaðu at koma í hálvfinaluna, eftirsum hetta ikki eydnaðist nøkrum
málskjútti á landsliðnum. Fyrra ferðin var 10. oktober í 2020 í Nations League dysti ímóti Lettlandi. Tá endaði tað 1-1 á Tórsvølli, og Odmar Færø, sum í kvøld var á landsliðnum fyri 52. ferð, javnaði til [...] hevur verið. Tað kostaði í verjupartinum, og tað er lítið hugaligt at standa eftir við 3-1 tapi. Men tann trupulleikin, sum leingi hevur verið í álopspartinum, var væl minni í kvøld, enn hann hevur verið [...] var farin í fyrra hálvleiki. Væl upplagdi Jóan Símun Edmundsson legði við fínum frísparki úr vinstru, og á brotssparksblettinum var Odmar Færø avgjørdur, tá ið hann við høvdinum sendi bóltin í málið. Hetta
úrslitini í FM-róðrinum í fjør, har Kollur í barnaróðrinum endaði á einum samanløgdum triðja plássi, har serliga seinna hálva av róðrarárinum royndist væl. Stóra yvirskriftin í kappróðrarárinum í fjør var [...] tey í Kollafirði hava glæsilig úrslit at vísa á – ikki minst í inniróðri. - Umframt at kappróður er føroysk tjóðarítrótt, eiga flottu føroysku altjóða úrslitini, bæði í inni- og útiróðri, sín lut í orsøkini [...] helst ganga nokso skjótt. Soleiðis hevur eisini verið í KÍF-kappróðri, sum nú hevur eitt fantastiskt kappróðrarneyst – helst eitt tað besta í Føroyum. KÍF-kappróður eigur tvey 5-mannafør, Kollur og Kjósin
vitja í Noregi um sama mundið. VIT eiga at fegnast um, at nýggi norski forsætisráðharrin ynskir størri samvinnu við Føroyar. Hetta hevur hann m.a. úttalað seg um í samrøðu við Sosialin herfyri. Í tí sambandi [...] borðið, soleiðis, at bæði løgting, vinnulív og mentanarlívið í Føroyum fáa eina greiða fatan av, at frá nú av er tað álvari. Nú verður stungið út í kortið av nýggjum - ein nýggj samvinnukós millum Føroyar [...] trumfkort. TÍ siga vit: vitjaninar hjá løgmanni og oljumálaráðharranum í Noregi í næstum eiga at verða mettar sum ?ein nýggj byrjan? í samvinnuni millum Føroyar og Noreg. Tað er heilt náttúrligt, at vit brúka
men í fyrstu 8- landakappingini í Oslo í 1983 vann Súni Ziska á 1. borði á fleirfalda finska meistaranum Kaarle Ojanen. Stóra navnið í finskari telving er Heikki Westerinen. Hann hevur telvað í Føroyum [...] Peko 2344 0 - 1 Týskland og Ongland í toppdysti Spenningurin harðnar í oddanum, nú tað styttist í kappingini. Í dag bresta oddaliðini bæði, Týskland og Ongland, saman í innanhýsis toppdysti. Bæði hava 10 [...] olympiaduni í sveisiska býnum Luzern í 1982. Tá fingu vit bara eitt hálvt stig. Luitjen Apol telvaði tá remis á 1. borði móti Veio Maki. Annars hava vit nakrar ferðir telvað móti Finnlandi í 8-landakappingunum
prentað í Sosialinum í dag er soljóðandi: Emma Hopkins Bretska sendikvinnan í Danmark Djúpu og søguligu bondini millum Bretland og Føroyar eru longu greið frá tí løtu, tú kemur á flogvøllin í Vágum [...] øldir aftur í tíðina, men varð allýst í 1940. Móttøkan sum bretsku hermenninir fingu frá føroyska fólkinum, og tey stóru offur frá hundraðtals føroyskum fiskimonnum, minnast vit enn í dag. Tann [...] skipum at koma í bretskar havnir og loyva ikki russiskum fiskiførum at fiska í okkara sjóøki. Framhaldandi fiskiveiðusamstarv við Russland er eitt sjálvstøðugt val hjá Føroyum. Men støðan
á Sardiniu í november í ár, sum var fyri master- og ph.d.lesandi í Evropa. Úr Føroyum høvdu tvey lesandi møguleika at luttaka, og tað gjørdust vit bæði, Bárður Skorheim Guttesen og Rakul í Gerðinum, sum [...] mál og bókmentir. Hackathonverkstovan var skipað í sjey stigum ella fundareindum yvir tveir dagar, har arbeitt varð í bólkum við umleið fimm lesandi í hvørjum bólki. Fyrsti verkætlanardagurin snúði seg [...] millum fólk í oyggjasamfeløgum. Tað skal tíðin vísa. Fróðskaparsetur Føroya er við í einum evropeiskum samstarvið, ið hevur til endamáls at søkja um at gerast eitt av mongum universitetum í European University
framat valdinum í Týsklandi í 1933 og høvdu valdið á landinum fram til fallið í Øðrum Heimsbardaga í 1945. Í hesum tíðarskeiðið drópu nasistarnir áleið seks milliónir jødar í Týsklandi og í teimum londum [...] baksýni um fólkadrápið í Kambodja. Vit vísa ein film við fólki úr Kambodja, sum búgva í Føroyum og Turid Dyssegaard greiðir frá um tíðina, tá hon og maðurin, Áki, eitt tíðarskeið arbeiddu í landinum. Støður [...] fólkamorð. Tað áhugaverda í hesum stigum er, at vit menniskju liva í nøkrum av hesum í okkara dagliga tilveru. Umframt polarisering er eisini bólkadráttur eitt av stigunum. Í hesum sambandi hava vit eina
vandamiklum persóni, sum ikki longur býr í Føroyum. Persónurin er ákærdur í øðrum líknandi málum. Tá ið so núverandi stýrið tekur málið upp, verða fólk ikki hoyrd í málinum, og harafturat er líkt til, at [...] hevur mangan verið í brotasjógvi; vit óttast fyri, at avgerðin kann fáa keðiligar avleiðingar fyri stovnin og fyri trivnaðin hjá okkum starvsfólkum í Kringvarpinum. Heilsan starvsfólk í Kringvarpinum.« [...] Starvsfólk í Kringvarpinum hava skrivað bræv til Almanna- og mentamálaráðið, har tey vísa á, at tey eru skelkað av handfaringini hjá kringvarpsstýrinum av stjóranum í Kringvarpinum Føroya, Ivani Niclasen