Finska umboðið á pallborðsfundinum, sum norðurlendsku javnstøðunevndirnar skipaðu fyri leygardagin, Päivio Romanov, sum er avgreiðslustjóri í javnstøðuráðnum, tosaði um, hvussu týdningarmikið tað er at hava hagtøl. Í Finnlandi fevnir javnstøðulógin um øll samfelagsviðurskifti, ikki bara arbeiðslív. Hagtøl hava stóran týdning og gera viðurskiftini sjónlig. Men tað er ein sannroynd, at tað er ringt at fáa hagtøl.Í tølum, sum Starvsmannafelagið kunngjørdi herfyri, sæst, at fleiri kvinnur eru í teim lægstu lønarbólkunum, og í teim hægru lønarflokkunum eru 71% menn og 29 % kvinnur.
Arbeiðsmarknaðurin í Finnlandi er meiri kynsbundin enn í hinum Norðurlondunum ? undantikið Føroyum. Staturin er mansdomineraðum, kommunurnar eru kvinnudomineraðar, og tað hevur samband við, hvussu uppgávurnar eru býttar. Kommunurnar hava til dømis ábyrgd av heilsu- og almannamálum, sum eru kvinnuøki. Statsumsitingin er tradisjónelt mansøki. Og lønarviðurskiftini eru hareftir.
Í privatu vinnuni er munurin uppaftur størri. Fáar kvinnur hava leiðandi størv við høgari løn
Päivio Romanov tosaði eisini um kollektivar lønarsáttmálar, tað vil siga at tú fært somu løn fyri arbeiði av sama virði. Dømi vórðu tikin fram um rættarmál, sum hava koyrt um lønarviðurskiftini á kongligu postalínsverksmiðjuni í Danmark, har kvinnurnar arbeiða eftir einum sáttmála og menninir eftir einum øðrum. Tær tekna blómur á postalínið meðan menninir skrúva nakrar dimsar á. Men teir fáa væl meiri í løn. Kvinnurnar vildu ikki finna seg í lønarmuninum og í einum gerðarrætti varð avgerð tikin um, at tær eiga somu løn sum menninir. Ein slíkur úrskurður byggir á førleika, fyritreytir, kunnleika og annað, ið hevur týdning fyri einstaka arbeiðið.
Päivio Romanov vísti á ymisk viðurskifti, sum verða gjørd á javnstøðuøkinum í Finnlandi. Í finsku grundlógini stendur, at tað ikki er loyvt at gera mun á kyni. Royndir verða gjørdar at bróta tann kynsbundna arbeiðsmarknaðin. Á fleiri skúlum eru verkætlanir í gongd, ið hava til endamáls at broyta hugburð, til dømis at fáa gentur at fáa áhuga fyri tøkni.
Á arbeiðsmarknaðinum arbeiða partarnir saman um at finna lønarskipanir, sum ikki gera mun á kyni. Arbeiðsbólkar arbeiða eisini við verkætlanum, sum skulu fáa arbeiðslív og familju at hanga saman. Ætlanir eru gjørdar fyri javnstøðu á tí einstaka arbeiðsplássinum.
Kollektivu sáttmálarnir á arbeiðsmarknaðinum verða kannaðir, tí spurningurin er, um teir eru í samsvari við javnstøðulógina í Finnlandi og ES.
Partarnir á arbeiðsmarknaðinum arbeiða saman við arbeiðsmálaráðharranum um at gera eitt arbeiðspláss, har javnstøða verður roynd í verki.










