HUXA - Fólkafloksungdómur
-----
Er Kringvarpið kreppu tilvitað ella bert málgagn teirra vinstrahallu?
Eru tit ikki greið yvir, at einki land í Evropa (Sveis, Luxemburg og Týskaland kanska undantikið) klárar seg so væl í heimskreppuni sum Føroyar?
Vit hava lítið arbeiðsloysi, lítið (og minkandi) hall á fíggjarlógini, góðan búskaparvøkstur og klára at reka almennu Føroyar fyri somu upphædd í ár sum í fjør (og ætlandi næsta ár).
Hví er KvF so køvandi í tykkara tíðindaflutningi?
Er tað av neiligum hugburði?
Renna tit tilvitað ørindi fyri og í samansvørjing við ta vinstrahallu andstøðuna?
Á almennum kjakfundi í ÚV-høllini 4. apríl tosaðu tit niður á landstýris- og tingfólk í samgonguni og spurdu andstøðuna leiðandi spurningar.
Hvørjum líkist tað, at tit kalla landstýris- og tingmenn ‘mafiu’ og eyknevna ein landstýrismann fyri at niðra hann?
Skulu hampafólk, sum stuðla samgonguni, noyðast at gjalda KvF-gjald fyri at fáa bankað alt bjartskygni úr sær við vinstravendum tíðindum og hugburði?
At tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, Liljan Weihe, við dirgentpinninum fær ta vinstrahallu andstøðuna og Kringvarpið at marshera í takt er forkastiligt.
Á tann neyð, sum kom á KvF, tá tit noyddust at kunngera, at føroyingar eru mest nøgda fólk her á leið.
Tit tráspyrja løgmann, um tað ikki er heilt galið, at 45% av føroyingum ikki hava álit á myndugleikunum. Hann svaraði nú væl fyri seg: Í politikki er býtið millum samgongu og andstøðu sum til ein fótbóltsdyst í Gundadal.
Liljan Weihe rakti botn í kjakinum týskvøldið.
Hon róði framundir, at føroyskir politikarar eru ‘korruptir’ og taka ‘mutur’.
Umberingin fyri hesari illgiting er, at 22% svaraðu ‘ja’ til henda spurning!
Árni Gregersen svaraði væl: Ábreiðslum um vina- og kenningapolitikk sleppur einki land undan, men korruptión og mutur eru ikki ein trupulleiki í Føroyum.
Tað er andstyggiligt, at ein ‘tíðindaleiðari’ sær føroyska vinnulívið, sum føðir og klæðir okkum øll – eisini tykkum í KvF - sum eitt ódjór og leggur tað undir mutur og korruptión av politikarum.
Hvat sigur Kringvarpsstjórin? Er tað ikki langt undir lágmark, at tíðindaleiðarin í KvF, Lillian Weihe, rør fram undir í kjaksending týskvøldið, at føroyskir politikarar og vinnulívsmenn eru ‘korruptir’ og brúka ‘mutur’, við teirri umbering, at 22% av teimum spurdu í kanningini hjá Fólkaheilsuráðnum um nøgdsemi illteinkja okkara fólkavaldu og breyðføðarar, at so er?
Tit áttu heldur at tikið við læru og varpa hesi góðu tíðindi










