ODDAGREIN: tora vit nú at satsa?

Tað er tann stóri spurningurin, nú heildarætlanin fyri fólkaflyting og fólkavøkstur er løgd fram.

Løgmaður hevur fleiri ferðir lagt dent á, at hendan ætlanin ikki verður løgd í eina skuffu at savna dust, men at hon skal fremjast í verki.

Í blaðnum í dag er løgmaður kanska knapt so skrásikkur, men áhugavert er at hoyra Johan Dahl, landsstýrismann, sum tosar um at selja almenn partafeløg til tess at fíggja hesa ætlan, sum næstu árini skal kosta okkum 700 milliónir til tess at venda skeivu gongdini í fólkatalinum.

At kanningin so kemur nett um sama mundið, sum samgongan legg­ur fram játt­an­ar­karm­arnar, sum í 2016 skulu tryggja eitt spinkult yv­ir­skot upp á tríggjar milliónir á løg­tings­fíggj­arlógini.

Eingin sigur, at tað skal verða lætt. Men allir politikarar hava sagt, at fólka­flyt­ingin og lækkandi fólka­talið er størsta avbjóðingin hjá før­oyska sam­felagnum. Tí er svarið so ein­falt, at sjálvandi skulu vit satsa, tí vit fækkast alsamt.

Arbeiðsbólkurin, sum í morgun legði fram fram heildarætlanina um fólka­vøkst­ur sigur, at hóast fólk í nógv ár eru flutt til og úr Føroyum, eru tað fleiri viðurskifti, sum gera støð­una í dag ser­liga álv­ar­sama. Frá­flyt­ing og vantandi tilflyting eru størsta avbjóðingin, sum Føroyar hava í dag.

Tað eru í stóran mun tey ungu, men serliga kvinnurnar, sum flyta burtur – ofta í útbúgvingarørindum – men eisini at nema sær aðrar roynd­ir. Samstundis sum nógv ung fara av landinum, eru tað ov fá, sum flyta aft­ur til landið.

Burðartíttleikin er nógv minkaður, og burðaravlopið er lágt. Har­um­framt er aldurs- og kyns­býtið í sam­fel­a­gn­um so skeiklað nú, at tað eru alt ov fá ung í mun til gomul og ov fá­ar kvinnur í burðarførum aldri.

Hesi viðurskifti samanlagt hava við sær, at fólkatalið er minkandi.

Víst verður á, at støðan krevur eina miðvísa heild­ar­ætl­an, har alt samfelagið tek­ur ábyrgd.

Sambært arbeiðsbólkinum kost­ar hetta um 700 milliónir krónur frá komandi árini og fram til ár 2020.

Ger Johan Dahl álvara av at selja partafeløg, so kann parturin í bankanum seljast fyri 340 milliónir, Føroya Tele hevur eina eginogn upp á 377 milliónir, og parturin í Atlantsflog er upp á 165 milliónir krónur.

Hvør rætta loysnin er at finna peng­ar – tað er uppgávan hjá pol­it­ik­ar­u­num. Men sjálvandi skal sats­ast í hesum máli!