- Ofta hava stórlið trupulleikar í Føroyum, so eg dugi ikki at síggja, hví Brøndby ikki eisini skal fáa tað.
Henrik Larsen, fyrrverandi føroyski landsliðsvenjari, er bjartskygdur undan dystinum í kvøld. Hóast hann væntar, at Brøndby vinnur seg víðari, so staðfestir hann, at føroyingar hava verið í tílíkar støðu fleiri ferðir áður. Landsliðið hevur prógvað, at einki er ógjørligt, og tað leggur Lyngby-venjarin stóran dent á, tá Sosialurin tosar við hann.
Skulu hava hepnið
Henrik Larsen var føroyskur landsliðsvenjari frá árunum 2002-2005. Tað var eisini undir leiðslu av stóra dananum, at Føroyar taptu tepurt til millum annað Týskland og Frakland, meðan tað eydnaðist at fáa javnleik móti Skotlandi á Svangaskarði.
Henrik Larsen vil fegin samanbera dystin í kvøld við tílíkar landsdystir. B36 hevur møguleikan at sleppa víðari, men tað krevur sama hugburð, sum skal verða til landsdystir.
- Tað er altíð ein møguleiki. Men tað fer at krevja nógv av føroyingunum. Í verjupartinum skulu teir verða serstakliga væl skipaðir og viljin skal verða fyrimyndarligur. B36 noyðist eisini niðan á vøllin at skjóta mál, og tá mugu teir bara hepnið, tá møguleikarnir koma. Tað er at taka av, og so kanska vóna, at dysturin fer í longda leiktíð og brotsparkskapping, hugleiðir Henrik Larsen í horninum úr Danmark. Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin sær ikki stórvegis fyrimun til føroyingarnar í, at dysturin verður spældur á graslíkið. Brøndby venur á undirlagnum um veturin, og tískil er tað ikki nýtt fyri teir.
Ynskir Brøndby víðari
Sæð burtur frá fýra árum í útlandinum, var Henrik Larsen alla sína yrkisleið sum fótbóltsleikari í Danmark. Við trimum málum í EM-endaspælinum í 1992 átti hann eisini stóra týdning í óvæntaða sigrinum hjá danska landsliðnum. Sum venjari hevur hann staðið á odda fyri donsku Ølstykke, Holbæk, Køge og Lyngby, umframt føroyska landsliðið.
Hjartað liggur í Danmark, og hóast hann hevur tilknýti til Føroyar, so sær hann fegin Brøndby fara víðari í UEFA CUP kappingini.
- Eg ynski tað besta fyri danskan fótbólt. Men eg havi eitt bleytt hjarta fyri føroyingum, og tað vildi verði sera stuttligt, um B36 kemur víðari, sigur Henrik Larsen.
Hvat væntar tú av dystinum í kvøld?
- Eg dugi ikki at gita nakað úrslit. Eg trúgvi, at Brøndby leikliga verður væl omaná, og teir í løtum fara at trýsta føroyingarnar. Eg vænti í øllum førum, at Brøndby fer víðari, sigur Henrik Larsen, fyrrverandi føroyski landsliðsvenjari.









