Onnur øld

Súni í Hjøllum, formaður Kongshavnar havnastýri
-----
Fríggjadagin hin 07. febr­uar eru hundrað ár liðin síð­ani fyrsti fundurin varð hildin í Kongshavnar havnastýri. Orsøkin var, at lóg bleiv samtykt hin 18. oktober 1913 um Kongs­havn (Skálafjørðin) sum skipahavn. Nú, táið felags­skap­urin setir á næstu øldina, er ætlanin at marka dagin í Løkshøll fríggja­dagin hin 07. februar frá kl. 16-18, har Kongshavnar havnastýri bjóðar til alment átak við hesi skrá:
Súni í Hjøllum, formaður, bjóðar vælkomin.
Jógvan Gregersen, stjóri á Vaðhorn, hugleiðir um vinnumøguleikar í Kongs­havn.
Tórbjørn Jacobsen, havn­ar­meistari, Runavíkar havn, hugleiðir um Kongshavn.
Ólavur Gregersen, stjóri í Syntesa, hugleiðir um broyt­­andi umstøður í Norð­ur­høvum.
Kári Sverrisson syngur og spælir.
Orðið er frítt, og spurn­ingar úr salinum kunnu setast teimum, ið hava havt orðið, og teimum sum í dag manna nevndina í Kongshavnar havnastýri. Sam­felagsfrøðingurin Jóannes Hansen stjórnar fundinum. Eftir fundin verður ábit og kaffi.
_ _ _

Kongshavnar havnastýri er upprunaliga stovnað sam­bært lóg og egnum regle­menti til tað at stjórna skipaferðsluni inn og út av og kring um á Skála­fjørð­inum og at krevja inn havnagjøld frá skipum. Komm­unurnar, sum eiga fjøru framvið fjørðinum, varða av felagsskapinum, og í dag eru tær Nes Komm­una, Runavíkar kommuna, Eysturkommuna og Sjóv­ar kommuna. Ábyrgd og rættur fylgja einum lykli, sum er lagdur eftir fjara­longdini hjá hvørjari komm­unu sær.
Kongshavnar havnastýri hevur virkað øll hesi hundr­að árini, og nógvir menn hava mannað nevndina í hesum tíðarmáli. Fyrsta trí­fjerðingsøldin er væl skilgreinað í bókini Sam­starv, sum Oluf Innan Glyvur legði til rættis fyri Stýrið. Í Stýrinum í dag sita: Súni í Hjøllum, formaður, Tór­bjørn Jacobsen, næst­for­maður, Jonhard Danielsen, Brandur Jacobsen og Jens Kristian Rasmussen.
Greitt er, at Skála­fjørð­urin longu frá fyrstuni fólk komu til landið hevur verið brúktur sum trygg havn hjá skipum og bátum. Í “Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782” skrivar J. C. Svabo eisini, at fýra havnir í Føroyum eru góðar skipahavnir: “neml. Vestmanhavn, Klack (Klaks­vík), Trangisvaag og Kongshavn, som skulle holdes for gode Vinter­havne.....”. Navnið er kort­ini eldri, tí longu í 1650 skrivar stýrimaðurin Bagge Wandels, at teir hetta árið hin 11. august “....gik wi til Segels og seglede hen mod Kongshaffuen.”