Í eini spurnarkapping hjá Gunnari Nolsøe í Kringvarpinum herfyri var ein av seinastu skjótt søgdu spurningunum um Goggomobile var eitt bilmerki, og luttakararnir í kappingini svaraðu nei hendan spurning.
Goggomobile, ella rættari sagt Glas Goggomobile, var ein bilur sum varð gjørdur á týsku bilverksmiðjuni »Hans Glas GmbH« í Dingolfing frá 1955 til 1968.
Okkum vitandi var bert tann eini Glas Goggomobile í Føroyum. Tað var ein T400 hjá Leif Lamhauge í Havn, sum arbeiddi hjá Telefonverki Føroya Løgtings.
Leif Lamhauge keypti bilin í 1959, og hann kostaði tá 8.000 krónur. Til samanberingar kann nevnast, at Leif um somu tíð keypti eitt 800 fermetra stórt grundøki á Heiðavegi í Havn fyri 5.000 krónur.
Áðrenn Leif keypti Goggomobilin, var ætlanin at keypa eina motorsúkklu ella skutara sum kostaði umleið 4.500 krónur. Men tá Kissa Christiansen, sum umboðaði Goggomobile saman við Peturi Háberg frætti um hesa ætlan, yvirtalaði hann Leif til heldur at keypa ein bil, sum hann í øllum førum kundi sita turrur í – ikki heitur, tí bilurin hevði ongan hitablásara.
Vit kunnu í hesum sambandi nevna at Kissa Christiansen og Petur Háberg, sum áttu bilasøluna Norrøna, seldu bilar í øllum støddum, alt frá tí lítla Goggomobile til stórar amerikanskar Plymouth.
Unglingar bóru bilin
Lítli guli Goggomobilurin hjá Leif Lamhauge vigaði ikki meira enn 415 kg, so nakrir unglingar høvdu til fragd at lyfta bilin og flyta hann, meðan hann stóð parkeraður. Einaferð høvdu teir lyft og borið bilin, so hann stóð uppi á gongubreytini uttan fyri Hotel Hafnia á Áarvegnum. Fyri at loysa hendan trupulleikan bjóðaði Leif gerningsmonnunum ein koyritúr við bilinum út til Landssjúkrahúsið og heim aftur í býin. Frá tí degi fekk bilurin frið.
Glas bilverksmiðjan, sum áður framleiddi landbúnaðarmaskinur, bleiv kend fyri at framleiða fyrsta týska skutarin, Goggo Roller, í 1951. Goggomobile var teirra fyrsti bilur, sum kom á marknaðin í 1955 og fekst við 2 syl. 2-takts motori við 400 kubikkum (ccm) og 20 hk. Glas gjørdu fleiri ymisk bilmodell sum t.d. ymisk sløg av Goggomobile og teir størru Glas 1300 og Glas 1700 umframt tann størsta Glas 2600 við V8 motori.
Í mun til tað sum vit í dag kalla minibilar var Glas Goggomobile T400 næstan ein mikrobilur, hann var minni enn Austin/Morris Mini. Umleið somu stødd sum gamli Fiat 500 frá 1957.
Í 1967 varð Glas-verksmiðjan yvirtikin av BMW, og árið eftir var bilmerkið niðurlagt.










