Eirikur Lindenskov
? Hevur landsstýrið ætlanir um at virka fyri, at reglulig røntgenkanning av bróstum - mammografi screening - sum tað eisini verður rópt, verður sett í verk?
? Er tað so, at útgerð og fakligur førleiki til slíkar kanningar er á Landssjúkrahúsinum?
? Um so er, heldur landsstýrismaðurin, at tað hevði verið skilagott?
Hesar spurningar vil Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsumboð Javnaðarfloksins hava Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, at svara.
Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur hon, at tað frættist, at tilburðirnir av krabbameini hava verið vaksandi seinastu árini, og at bróstkrabbi er mest vanliga krabbasjúka, konufólk hava at dragast við, umframt at vera tann krabbasjúkan, sum kemur oftast fyri, tá ið saman um kemur.
? Til tess at forða fyri, at bróstkrabbi gerst deyðilig sjúka, verður reglulig mammografi screening brúkt í fyribyrgjandi arbeiðinum. Hetta er vanligt í norðanlondum. Talan er um 50-69 ára gamlar konur, sum verða kannaðar á øðrum ella triðja hvørjum ári, sigur Katrin Dahl Jakobsen.
? Í so máta sigst Svøríki vera undangonguland, og í løtuni er eingin ivi um nyttuna av hesum kanningum, heldur hon og leggur afturat, at har kjakast tey heldur um, hvørt málbólkurin átti at verið víðkaður til 40-69 ár.
Katrin Dahl Jakobsen sigur, at í Danmark hava einstøk amt tikið hetta til sín. Men heilsumyndugleikarnir mæla til, at skipanin fer at fevna um landið alt, og at kannað verður á øðrum hvørjum ári.
? Tí, sum teir siga - jú fyrr sjúkan verður staðfest, størri nytta er í møguligari viðgerð, og færri eru tær, sum slíta ikki aldur.
? Til samanberingar er hóskiligt at vísa á, at bert krabbi í lívmóðurhálsinum er minkaður í tali - hetta eftir at screeningar hava staðið kvinnum í boði. Donsku tølini siga eina helvt.
Í Føroyum fór hetta, eftir tógvið stríð, at virka í jan. 1995 eini 20 ár eftir, at farið varð undir tað í grannalondunum. Størsta forðingin tá mundi helst vera ein spurningur um skipan.
? Men gleðiligt var, at tað, sum í 60?unum var ein vanlig deyðsorsøk, nú verður roknað fyri lítið og lætt.
Katrin Dalh Jakobsen sigur at enda, at eisini eiga vit at bera so í bandi, at møgulig orka og vitan, sum er í okkara hondum, verður gagnnýtt og fjálgað. At vit miðað ímóti at líta á egnu megi, syrgja fyri at fólk kenna seg trygg, og at vit seta mannalagnuna í hásæti.
Tingið hevur samtykt, at Helena Dam á Neystabø skal svara fyrispurninginum.