Hóast tey suðuri á Sandi, ikki hugsa um nøkur heiðurspláss hetta kappingarárið, so eru leikararnir ikki nøgdir við núverandi støðuna, har B71 í løtuni er á8. plássinum.
Undan kappingini vóru boðini, at teir miðjaðu eftir einum plássi miðskeiðis í røðini, og hetta er framvegis setningurin, verður sagt av Sandi.
Skal hetta røkkast, er kravið ivaleyst trý stig sunnudagin, men í øllum førum mugu sandoyingar vera tveir sera týðandi leikarar fyri uttan.
Rúni í Soylu er framvegis ikki klárur at spæla, eftir at hann hevur meitt sær liðbondini í knænum, meðan Eli Hentze er leikbannaður.
Hinvegin hevur B71 aftur fingið Hans Jørgen Djurhuus í hópin. Hann spældi við B71 fyrru hálvur í fjør, men varð eftir summarsteðgin at síggja í barndómsfelagnum, HB, har hann tó ikki hevur fingið spælitíð higartil í ár.
Lagið betri
Í Sumba hevur lagið veri betri hesa seinastu vikuna, nú liðið fekk trý stig móti vágamonnum.
Harumframt er støðan í leikarahópinum hjá Milan Cimburivic nakað hugaligari nú, tí so at siga allir mans eru tøkir til dystin móti B71.
Einasta ivamálið tykist vera, hvørt Tryggvi Nielsn fær verið við. Møguliga verður hann noyddur at geva avboð av arbeiðsávum.
Sjálvur heldur Milan, at um leikararnir sýna sama stríðsanda hesuferð, sum teir gjørdu móti FSV, eru hampulig útlit fyri at fáa fulla úrtøkur úr dystinum, og sostatt sleppa sær í hvussu so er eitt fet longur upp á stigatalvuni. rætt at lata seg brúka í einum innanýsis donskum talvi.
Hann vil ikki gera viðmerkingar til spurningin, um endamálið er at draga tíðina út til næsta val í eini roynd at fáa sambandsflokkin og javnaðarflokkin í samgongu tá, so at teir kunnu gera eina avtalu við danir innanfyri ríkið.
?Tað kunnu fólk sjálvi gera sínar metingar um. ? Men tað skerst ikki burtur, at hetta líkist taktikkinum, sum varð brúktur, tá ið sjálvstýrislandsstýrið sat fyrst í sekstiárunum.
Har vísir Svarta Bók á, at tá spurdi amerikanarar danir, hvat teir ætlaðu at gera.
? Danski forsætisráðharrin svarar rættiliga ítøkiligt, at fyrst er ætlanin at trýsta føroyingar at koma við einum ítøkiligum útspæli, tí tað væntaðu teir ikki, at føroyingar kundu semjast um.
?Skuldi tað eydnast, er ætlanin at royna at draga tíðina út og síðani er ætlanin uppvarpa týdningin av donsku ríkisveitingini fyri livifótinum í Føroyum.
? Og tað er akkurát sami taktikkur, sum brúktur í fullveldismálinum nú, sigur Høgni Hoydal.