hevði setanarbólkurin fingið harra boð áðrenn? Um so er, ja, so hava teir lítlan týdning. Um so er, kemur forfylging fram um rættvísi. Tann meinigi maðurin fær illa eyga á feilin Jacob Vestergaard hevur gjørt [...] Jacob var at verja fólkið, sum arbeiðir hjá stovninum, har meini eg stýrimenninar, so eri eg samdur við honum, tað sum setanarbólkurin hevur gjørt er at gera split á sínum egna arbeiðsplássi, so eg fari [...] fari so staðiliga at heita á teir leiðandi, at gevast við revolvara politikkinum, tí so satt, sum rættvísi livir, kemur hetta tykkum sjálvum aftur um brekku. Mitt í øllum seta tit skiparar, sum koma uttanífrá
aftur, og tá valdi Lars at taka ein steðg frá fótbóltinum. Árið eftir vóru boð eftir Lars at koma at verja málið hjá Royn. Hann minnist, at venjingarnar hjá Vilmundi Michelsen vóru harðar. Vilmund var leikandi [...] Lars Müller hevur bara dømt á høgum støði í tvey ár. Hansara fyrsti dystur, sum elitudómari var millum AB og KÍ í 1. deild í fjør. Tá gekk so illa í hond, at hann hevði hug at kasta floytana frá sær. Men [...] løgreglumannin at tørna til aftur, sum fótbóltsdómari í 2008. Tó er tað ikki heilt bíligt at gerast Ársins Dómari. 32 mans vóru á veitslu hjá Føroya Fótbóltsdómarafelag, og har er siður, at Ársins Dómari
Jóhanna sendi mær so eitt fjarrit um, at føroyskir trolarar vóru farnir til Grimsby at landa. So vit fóru við toki til Grimsby. Vit gistu eina nátt, og fóru so oman í dokkirnar at leita eftir onkrum føroyskum [...] var biðin um at koma við honum inn í eitt rúm, so vit kundu fáa greiðu á hesum. Síðan varð eg biðin um at bíða, so skuldi hann koma aftur. Hann kom so aftur við einum øðrum manni. Teir so at tráspyrja meg [...] Bretland, uttan so, at teir vóru giftir við bretum. Pápi Jóhonnu helt tó, at hon skuldi í hvussu er fara at vitja í Bretlandi, áðrenn endaliga avgerðin varð tikin um at flyta hagar, so hon kundi síggja
verið betri, so er tað á málsligu síðuni. T.d. kennist tað løgið, at skrivað verður, at "stearinljós brendu", tí rættari er jú at siga "brunnu". (s.21). Havi ikki altíð so nógv at siga um, at talumál verður [...] dugir at halda lesaranum til. Og so væl verður gátan loyst fet fyri fet, at lesarin er við allan vegin, og spenningurin verður ongantíð gloymdur, so lesarin er alla tíðina motiveraður at blaða á næstu [...] næstu síðu. Sjálvur var eg so hugtikin av at vita, hvat var fiktión, og hvat var fakta, at eg setti meg at googla, tí ymiskt var, ið eg vildi hava greiðu á, so áhugavert var hetta. t.d. søgan um Zeno brøðurnar
skonkistað. Tá hann ikki orkaði at stríðast longur, legði hann seg at sova uttanfyri. Men fólk hildu ikki, at tað var ráðiligt at lata mannin liggja, so hann varð tikin við á støðina, har hann svav rúsin [...] Støðan var somikið álvarslig, at mamman ringdi eftir løgregluni at koma út at sissa drongin. Um áttatíðina sunnumorgunin var politiið boðsent niðan í Statoil-støðina á Hoydalsvegnum, tí har lá ein fullur [...] fingin á føtur aftur, og fór at finna sær ein bil heim aftur. Full kona Eisini sunnunáttina vóru bardagar uttanfyri onkur skonkistøð. Ein kvinna hevði drukkið seg so fulla uppi á Hotell Føroyum, at hon varð
Magni Arge skrivar undir, koma eini sms-boð á fartelefonini. Magni Arge hyggur. Á skerminum stendur: Sælari er at geva enn at fáa! Hann hyggur yvir um borði at vita, um onkur spælir honum eitt puss. Men [...] keðilig og trist jólini vóru í Klaksvík. - Vit hildu tað vera langt úti, at einki hendi. Og so fóru vit at snakka um, hvat vit kundu gjørt. Eg helt tað vera eitt gott hugskot, at jólamenn komu oman úr fjøllunum [...] útvarpið um, at jólaskip kom á Klaksvík seinni um dagin. - Vit høvdu ikki anilsi fyri, hvussu móttøkan fór at vera, og fingu ein skelk, tá vit sóu, at keiin var full av fólki. Rósu fyri at gera tað góða
jarðeigarar, við arbeiðsfólki tilknýttum at garðum sínum, sendu boð eftir hesum arbeiðsfólki og familjum teirra, so at tey skuldu samlast á garðinum. Síðani fekk hvør einstakur ein kassa ?box?, við ymsum [...] Hetta serenska heitið á degnum er ikki nakað nýtt fyribrigdi. Hetta heitið stavar frá gamlari tíð, og hevur onkursvegna megnað at livað á mannamunni síðani miðøld. Í Miðøld var vanligt at størri og smærri [...] ymsum praktiskum, sosum klæðum, amboðum, mati m.a. Á fyrsta arbeiðsdegi eftir jólahøgtíðina, høvdu arbeiðsfólkið so kassarnar við aftur, og tá lat arbeiðsgevarin pening niður í ? nakað, ið vit í dag kanska
kirkjugarði, og her eru fleiri steinar eftir at skriva um. Tað er eisini løgið, at eingin gøta í Havn er uppkallað eftir Restorff, ikki minst tá hugsað verður um, at hann fyri meira enn 100 árum síðani gjørdist [...] seinni kom at gerast partur í fyritøkuni. Ein sonur var Johan. Hann varð trýstur av pápanum at gerast skipari á skipinum hjá fyritøkuni ”Frederiksvaag”, uttan at hann hevði serligan hug til tess. So merkiligt [...] seinni kom at gerast partur í fyritøkuni. Ein sonur var Johan. Hann varð trýstur av pápanum at gerast skipari á skipinum hjá fyritøkuni ”Frederiksvaag”, uttan at hann hevði serligan hug til tess. So merkiligt
ikki nógv upp. Menn vóru ofta so móðir, at tað hendi, at teir sovnaðu, sum teir stóðu, undir reinsingini av fiskinum. Endin var so, at saltið varð uppbrúkt og lastin var full. Skomm at brúka luktilsisápu [...] Justines at vita, hvussu varð. Justines segði, at manningarlistin var fullur. Tá gav eg ilt av mær, inntil Justines skoytti uppí, at ”tú er á listanum”. So hann argaði meg. Men treytin var, at eg skuldi [...] hvussu so er gerast klárt til at byrja fiskarí dagin eftir, og tað kundi vera nóg mikið. Men skiparin las so lestur, og minti hetta nógv um eina deknagudstænastu heima. Mánadag skuldu vit so byrja at fiska
føroysk viðurskiftir. Eftir hansara atburði at døma má hann hava verið ein samvitskufullur starvsfelagi og góður at umgangast. Jim fór úr Føroyum á sumri 2001. Hann hevði ein dreym um at koma víðari í hotell- [...] a, og boð vórðu send til ambulansuna. Jim varð førdur til Ninewells Hospital, har tað var staðfest, at hann bløddi illa úr báðum síðum á heilanum. Hann fekk ikki vitið aftur og doyði sama dag á sjúkhúsinum [...] tók ikki langa tíð hjá løgregluni at finna gerningsmenninar. Meehan og Soutar vóru kenningar hjá politinum. Báðir høvdu blóð á venjingarskónum, og David Meehan hevði eisini blóð á síni T-skjúrtu. Málið