Fiskimaðurin sum gjørdist trúboðari

Tað eru fleiri ár síðan, at eg fyrstu ferð hoyrdi um Harald Anthoniussen. Fekk tey ráð frá fleiri um at fara at práta við hann, tí hann var so sera skilagóður. Hetta lá tó ikki so væl fyri, tí Harald búði í Esbjerg, og tað er ikki á hvørjum degi, at ein kemur framvið har. Men í summar lá fyri, og farið varð inn á gólvið hjá Haraldi og konu hansara. Hann setti seg kortini ikki føran fyri at greiða frá. Hinvegin fekk eg frá honum frásagnir, sum hann hevði skrivað um sítt lív til sjós. Hetta var sera áhugaverdur lesnaður. Harald gjørdi nógv burturúr, og hann fekk allar smálutir við. Júst smálutirnir kunnu vera virðismiklir, sum tað líður frá.

Men tað var tó heppið, at hendan vitjanin fekst í lag, tí nú er Harald deyður. Konan doyði fyrr í heyst. Hetta var ein slíkur smeitur fyri Harald, at hann kom ikki fyri seg, og mitt í desember doyði hann eisini

Harald var ættaður úr Ansastovu í Oyndarfirði. Foreldrini hjá honum vóru Lena (1882-1963) og Dánjal J Anthoniussen (1877-1953). Tey vóru 8 systkin:

Johanna, f. 1910, Harald, f. 1911, Hans Christian, f. 1913, Anna Maria, f. 1915, Sigrid, f. 1918, Jacob, f. 1920, Kristina, f. 1922.

Harald Anthoniussen giftist 10. mai 1941 í Randers við Margrethe Christiane Kristensen, f. 10.1. 1918. Tey búsettust í Esbjerg og fingu tveir synir:

Oyvind, f. í februar 1945, doyði 5 mánaðir gamal.

Beini, f. 2.7. 1947. Kona hansara eitur Rita.

Haraldur var sjómaður, tá hann var ungur, men foreldrini høvdu heldur viljað, at hann var heima og lærdi seg at smíðja hjá pápanum. Honum stóð eisini í boði at taka við festinum í Tarti, men hansara hugur stóð til sjógvin. Í 1928 slapp hann á Eysturlandið við Silver Lining, sum Justines Eidesgaard átti og førdi. Hann var fyrst nøkur ár til til skips.

Veturin 1935/36 var Haraldur niðri á háskúla, kom upp aftur og fór aftur til skips. Hann ætlaði at fara á stýrimansskúla, men fekk ikki sýnsprógv. Hann fór tí niður aftur, var á háskúla og arbeiddi stutta tíð á bóndagarði. Síðan fór hann í andaligt arbeiði sum trúboðari hjá Indre Mission. Hetta kom at vera hansara lívsstarv. Fyrstu tíðina arbeiddi hann í Randers, har hann hittu konu sína. Tey fóru síðan til Esbjerg. Aftaná kríggið búðu tey sjey ár í Føroyum men fóru niður aftur og búðu tey seinastu mongu árini aftur í Esbjerg.

Vit fara í fýra pørtum at hava frásøgn um sjólívið hjá Haraldi, soleiðis sum hann sjálvur hevur greitt frá.

Vit fara eisini at hava okkurt tilfar um Oyndarfjørð í hans­­ara tíð. Harald og 101 ára gamli Andrias í Tarti vóru samtíðar­menn, og teir vóru eisini systkina­børn. Tí fara vit at byrja við at endurgeva nakað av tí, sum Andrias greiddi frá í FF-blaðnum í 2006 um sín barndóm, sum eisini var barndómurin hjá Haraldi.

 

Andrias: Fiskaarbeiði á landi

Sum børn arbeiddu vit eisini fisk. Tað kom nógvur saltfiskur uppá land. Tá eg var smádrongur, komu nógvar sluppir og landaðu saltfisk í Oyndarfirði til turkingar. Eg meini, at tað eina árið vóru 1.800 skippund virkað í Oyndarfirði gjøgnum fjøruna. So her var nógv arbeiði, og hetta skuldi verið eitt av teimum frægastu plássunum í Føroyum í so máta. At boða til arbeiðis varð flaggið koyrt upp um 5-6 tíðina um morgunin. So komu tey, sum tað bar til.

Tað vóru fleiri hús, har sum eingin sjómaður var, so tey livdu alt árið av lønini, sum tey fingu. Eg meini, at fyrst eg minnist fekk konufólkið 15 oyru um tíman og mannfólkið 25 oyru. Tey, ið arbeiddu í fiski, fingu lønarseðlar, sum tey fingu vørur fyri í handlinum. Viðhvørt tóku tey fisk fyri akkord. Tey vaskaðu og turkaðu hann inni í Laksá.

Børnini, sum arbeiddu, fingu lítið og einki. Tey kundu fáa eina søta keks ella eitt kramarhús av bomm. Tað vóru ikki nakrir pengar.

Mamma var bert onkuntíð í fiski. Hon hevði nóg mikið at gera heima. Pápi var sjómaður. Eg kann minnast sum smádrongur, at eg vaknaði ofta av hosta. Man hostaði nógv meira fyrr enn nú, tí man gekk vátur um beinini. Skóbúnaðurin var rotuskógvar og trætuflur. Á vetri máttu vit ofta ganga í krapa, tí bleiv man fuktigur. Eg kann minnast tíðliga á morgni í køkinum. Tá sótu tey, mamma bant, og pápi spann. Tað var nógv at seyma, men mamma hevði tó ikki seymimaskinu frá byrjan av. Eina slíka keypti eg mammu, eftir at eg var farin til skips. Men vit høvdu eina syirsku her, sum var slektað úr Rituvík, hon kallaðist Trina f. Petersen, gift við Sámali á Breyt. Tey vóru barnleys. Hon seymaði fyri fólk. Mangt plaggið seymaði hon, men hon mundi fáa lítið fyri tað. Hon var eisini eitt so deiligt menniskja. Eg minnist, at hon seymaði kepparnar til mannin, sum hann brúkti.

 

 

Harald: Fyrsti túrur til skips

Eg fór til skips í 1928. Eg varð konfirmeraður í 1925, so mótsatt nógvum av mínum vinum slapp eg ikki avstað beinanvegin. Men tað var kortini nóg mikið at gera heima. Pápi var bátasmiður, og honum kundu vit brøður hjálpa, men ein drongur var ikki rættur maður, fyrr enn hann fór til skips!

Hesa tíðina vóru um 50 skips­fiskimenn í Oyndarfirði, og sama tal var av børnum undir 14 ár.

Tá ið skipini komu heim vár­túrin 1928, vildi eg sleppa av avstað. Eg bað pápa spyrja teir skiparar, hann kendi, men tað lá einki fyri.

Men í Oyndarfirði var ein skip­­ari við egnum skipi, sum var Silver Lining. Men Justines Eides­­gaard vildi ikki hava meira enn ein ella tveir nýbyrjarar við á hvørjum túri.

Eg spurdi so Justines sama dag, sum hann kom heim vártúrin 1928, um eg kundi sleppa við komandi túr. Justines kundi ikki svara fyrr enn um tveir dagar. Hetta vóru tveir spennandi dagar. Triðja dagin fór eg niðan til Justines at vita, hvussu varð. Justines segði, at manningarlistin var fullur. Tá gav eg ilt av mær, inntil Justines skoytti uppí, at ”tú er á listanum”. So hann argaði meg. Men treytin var, at eg skuldi hava felags koyggju við ein drong, sum hevði verið við túrin frammanundan. Felags koyggja merkti, at tveir menn, sum vóru á hvør síni vakt, skiftust um koyggjuna.

Hetta er annars eitt gott dømi um broytingarnar fram til dagin í dag, tá tað nærum er ein sjálvfylgja, at hvør maður hevur sítt egna kamar. Teir skulu so hægst vera tveir um sama kamar við øllum hentleikum.

Men at hava fingið játtað kjans var størsta lukka, sum kundi henda, og nú var at sleppa avstað sum skjótast. Men fyrst skuldi skipið riggast til, og hetta var eg eisini við til. Siglt varð á Fuglafjørð, og so tók tað einar 10 dagar at bøta um viðferðina, skipið hevði fingið vártúrin, tá veðrið kundi vera nóg so harðligt. Justines dámdi væl máling, so pensilin varð brúktur, har hann slapp framat.

 

At gera seg upp við gummistivlum

Nú nærkaðist fráferðin og út­­gerð­in varð keypt. Tað mest prestigu­skapandi var stivlar og kasjett. So varð gingið runt í bygd­ini at vísa seg. Teir yngru dreingirnir vóru misunniligir, meðan gentur høvdu hug til at smílast.

Koyggjusekkin hevði mamma orðnað við øllum, sum skuldi í hann.

Mynstringin

So kom tann hátíðarliga mynst­ringin. Teir 22 menninir skuldu mynstra í handlinum hjá Jóan Paula Thomsen. Manningin stóð uttan fyri diskin, meðan myndugleikapersónurin, sum skuldi mynstra var innanfyri diskin. Kontraktin varð lisin upp í tøgn, men aftaná vóru allir eins klókir, sum um tað hevði verið faðirvár á kinesiskum. Síðan skrivaðu vit undir.

Justines var sera illa nøgdur, tí mynstringarmaðurin, sum var komin úr Klaksvík við egnum báti, hevði verið tveir tímar seinkaður. Tað var hóskvøld, og teir máttu fyri alt í verðini sleppa avstað áðrenn fríggjadag, tá ongan veg kundi farast. Tað vildi merkt óeydnu.

Men tað eydnaðist í seinastu løtu at sleppa avstað, áðrenn fríggjadagurin byrjaði. Vit fóru umborð við báti, og tá tað varð siglt, varð sagt farvæl við trimum ýlum úr tokuhorninum. Byrðurin var góður, og skiparin stóð til róðurs, inntil leyst var av landi.

Fólkið hevði nóg mikið at gera við at rudda dekkið og at fáa sína persónligu útgerð uppá pláss í tí avmarkaða plássi, sum var til taks. Tað var ein bonkur og ein koyggja.

Næsta uppávan hjá besta­monn­­un­um var at seta vakt. Tað var ein stýriborðsvakt hjá 1. bestamanni og bakborðsvakt hjá 2. bestamanni. Býtt varð soleiðis, at býtið millum ungar óroyndar og eldri fiskimenn var javnt millum vaktirnar.

Vaktirnar vóru soleiðis, at tær skiftu dag um dag. Tann mest ópopulera vaktin var hundavaktin frá midnátt og fýra tímar fram, og hundavaktina hevði hvør av vaktunum annan hvønn dag. Hundavaktin var ofta ein bardagi við svøvnin. Men har var eingin bøn. Tað var einki sum æt at sleppa at lúra av. Tað skuldi eisini tørnast út, tá ið útpurrað varð.

Ferðin á skipinum var sera ymisk alt eftir, hvussu vindurin var. Hon kundi vera niður í 4 míl við lítlum vindi, men gjørdist meira vindur kundi ferðin koma uppá 7-8 míl. Hetta var áðrenn skipið fekk motor.

Síðan var tað sjóverkurin, sum gjørdi seg galdandi. Fyrst og fremst av rama luktinum úr kjølinum. Síðani var tað roykurin av mati, og her var ertrasúpanin tann fyrsta dagin ikki tann besta fyri matarlystin.

 

Dreymurin um Ísland

Eg hevði síðan mína dreingjatíð droymt um at uppliva Ísland. Men fyrsta sýnið av Íslandi var nú ikki nakað serligt, hvítir kaldir fjallatoppar. Á leiðini sigldu vit framvið fleiri føroyskum fiskiskipum. Tað vóru nógvar leiðir á Eysturlandinum, men Jústines dámdi best Kolmunnagrunnin.

Umborð vóru nógvir royndir fiskimenn, tríggir av teimum høvdu verið 25 ár til skips. Teir kendu øll staðarnøvn á hesum leiðum og kundi greiða frá spennandi hendingum í teirra sjólívi.

Snørið varð riggað til og hekk á sínum plássi við lúnningina. Hvør einstakur hevði fingið útflýggjað eitt hampsnøri, sum var 3 stk. á 60 favnar, umleið 300 metur. Eitt blýlodd, sum vigaði sjey pund varð hongt í snørið. Síðan kom teinurin, har tveir húkar hingu í hvør sínum enda. So var at rigga til, og tað var ikki heilt lætt fyri ein nýbyrjara, sum fekk manga glósina um allar sínar tummilfingrar.

Skiparin gav boðini um, hvar hvør maður skuldu standa. Teir bestu fiskimenninir fingu bestu pláss­ini, og so mátti restin býta tey pláss sum vóru eftir. Besta­mennninir vóru sjálvskrivaðir at standa aftast. Býtið av plássum gav eitt sindur av misnøgd um mannamun, tí tað var ymiskt, sum tað lá fyri at fiska í teimum ymisku plássunum.

 

Sunnudagur

Okkara fjórði dagur í sjónum var sunnudagur, og triðja boðið um at halda dagin heilagan skuldi sum so haldast. Men hesin sunnu­dagur var annarleiðis enn heima, tí alt skuldi í hvussu so er gerast klárt til at byrja fiskarí dagin eftir, og tað kundi vera nóg mikið. Men skiparin las so lestur, og minti hetta nógv um eina deknagudstænastu heima.

Mánadag skuldu vit so byrja at fiska. Men nú var toka komin, og hetta merkti, at skiparin misti landkennið og fekk tí ikki lagt skipið, har hann ætlaði. Men seinnapartin kláraði upp, og tá kundu vit kasta á 70 favna dýpi.

Hetta hevði eg glett meg nógv til, men nú var eg eitt sindur stúrin fyri, hvussu tað fór at ganga at draga snørið inn aftur. Hetta var tungt, men tað gekk, hóast handalagið ikki var tað besta. Tað gingu fleiri dagar áðrenn hetta var í rættlag. Hetta var eg eitt sindur argaður við.

 

Sjálvdráttur egoistisk skipan

Sjálvdráttur var ein sera egoistisk skipan. Her snúði tað seg bert um at hugsa um seg sjálvan og ongan annan. Hann skapti eisini mannamun og klassamun umborð við einum yvirklassa, millumklassa og undirklassa, alt eftir um tað lá væl fyri, miðal væl fyri ella illa fyri at fiska. Inntøkurnar vóru sum kunnugt har eftir, tí hvør maður fekk í tali av fiski, teir drógu. Sjálvur var eg í undirklassanum, og var hetta eisini tí, eg var so ungur. Men hetta var ein skipan, sum eg fekk andstygd fyri.

Tað var greitt, at mannamunur varð gjørdur. Teir bestu fiski­menn­inir fingu besta agnið. Sum til dømis tá ritur vóru skotnar til agn, fingu teir sum fiskaðu mest bestu rituna. Hetta økti so enn meira um munin.

Hetta gjørdi eisini, at menn brúktu seg illa móti hvørjum øðrum, tá ikki alt gekk eftir vild. Hetta stakk tó ikki so djúpt og var gloymt aftaná.

Hildið var tal á veidda fiskinum við at skera lippurnar av toskinum og koyra tær í ein lippukassa við tveimum rúmum. Eitt rúm fyri dag­veiðuna og eitt annað fyri vikuveiðuna.

Menninir taldu sjálvir lippurnar upp hvønn dag, men eina ferð um vikuna var tann almenna upp­­telj­ingin undir umsjón av besta­mann­inum. Hesi tølini vóru førd til protokol og vóru grundarlagið fyri endaligu avrokningina av túrinum.

 

Bestu fiskimenn ringast tilfriðs

Eg varnaðist tá ein vanligan menn­iskjansligan eginleika. Ein skuldi trú, at teir góðu fiskimenninir vóru teir, sum vóru mest tilfriðs. Teir fingu jú størstu inntøkuna, og vóru eisini teir, sum vóru hægst í tign umborð. Men soleiðis var tað ikki. Teir sum fingu mest hildu altíð, at teir fingu ov lítið og kundu fingið meira.

Tað var eitt orð brúkt um hesar, og tað var, at teir vóru fíligranar.

Tað hendi ofta, at tað var stilli og streymloysi. Tá var ofta einki at fáa. Hóast tað skuldi standast við snørini. Kortini loyvdu teir góðu fiskimennirnir sær at taka sær av løttum. Teir, sum stóðu við snørið, komu ofta í trol, sum tað var sagt. Hetta merkti, at snørini fløktust saman. Tað kundi tá kennast sum kenn. Hetta var ikki væl dámt av teimum, sum alla tíðina stóðu við snørini.

Tá skipið aftur fór á rák, tørn­aðu hesir menninir, sum høvdu tikið sær av løttum til, og vóru teir betri fyri enn teir, sum høvdu spílkað seg út alla tíðina.

Arbeiðsdagurin var langur og strævin, hvørt veiðan var góð ella ring. Tað var einki við at geva upp, fyrr enn skiparin hevði givið boðini: Snørini inn! Tá vóru vanliga farnir 14-16 tímar uttan annan støðg enn føstu skaffitíðirnar og stuttar kaffipausir.

Tá veiðan var reinsað, var tað vanligt, at onkur av manningini gjørdi heitan mat til náttarkaffið. Hetta var óført fyri at kunna gloyma sína møði, áðrenn tað var farið í koyggjuna, tá menn fingu frívakt.

Harðlig útpurring

Einar 5-6 tímar seinni varð bond­­skliga rópt útpurring inn í koyggj­­una. Soleiðis kendist tað at verða skryktur úr einum alt ov stuttum svøvni.

Tað gekk eftir tørni at purra út. Tríggjar dagar um vikuna var tað mín túrur at purra út. Tað var ringt at fáa lív í fleiri av monnunum. Tað vóru eg og Alfred, sum høvdu hetta arbeiðið alt eftir, um vit høvdu frívakt, tá farið var at reinsa fiskin.

Í hesum førinum varð eg purr­aður út, tá liðugt varð at reinsa. Hetta var ein óblíð viðferð at fáa eftir bert 2-3 tímar undir heitu dýnuni. Men var nógvur fiskur gav hetta longri frívakt hjá mær og styttri hjá hinum. Eg stúrdi fyri at vekja menninar. Men frammanundan hevði eg bryggjað ein ketil av heitum kaffi, so teir rættuliga kundi vakna at byrja ein langan arbeiðsdag.

 

Hart lív

Eg skal her nevna nakað av tí fiskimenn hava at stríðast við. Eitt var andsperri, eitt annað var sinadráttur. Hetta seinasta hendi ofta, tá ið menn tørnaðu út. Hetta kundi vera so pínufult, at menn róptu av pínu. Beinini toldu ikki hetta at standa so leingi. Andsperrin var í ørmunum, og hetta var eisini sera ringt.

Afturat hesum kom, at menn fingu ofta ringan rygg, og hetta fekst undir reinsingini. Tað vóru serliga flekjararnir, sum vóru útsettir. Teir flaktu tá niðri á dekki­num, og máttu standa við boygdum ryggi. Tað vóru tó skip, sum vóru byrjað at fáa sær flekiborð, men hetta varð roknað sum luksus, og tað vóru nógvir fiskimenn sum at byrja við ikki vildu vita av flekiborði.

Og so var tað eisini bróstsviðin. Tá ið hann var ringastur máttu vit nýta natron, og hetta hjálpti eisini væl.

Ein onnur plága var eisini sjó­­­fittur. Hetta var útslett við handa­­­liðin. Men eini ráð fyri hetta var kopararmbond. Irringin av koparinum kundi halda sjófittunum niðri.

 

Einfaldur kostur

Kosturin var eisini sín orsøk til bróstsviðan.

Matarskráin var heldur ikki ov fjølbroytt. Hon var viku eftir viku henda:

Morgunmatur kl. 7: Te við sukur og mjólk í. Skipskeks við margarin.

Døgurði kl. 12: Mánadag, miku­dag og fríggjadag fingu vit amerikanskt bisonsaltkjøt til døgurða saman við gulum ertrum, sinnop og eplum. Hetta var feitur matur, sum illa sodnaðist.

Týsdag, hósdag og leygardag var matarskráin: Kókaður fiskur, epli, smelt og súpan omaná.

Seinnapartkaffi var kl. 15 við somu matarskrá sum morgunmatin.

Nátturði: Sama matarskrá sum til morgunmatin.

Sunnudagsdøgurðin var knettir við tálg og við budingi oman á.

Sigast kann, at kokkurin slapp lættliga frá matgerðini, og tað var heldur ikki altíð, at døgurðin kom til tíðina. Tað kundi vera svangligt at arbeiða so nógvar tímar áðrenn døgurða við so soltnum morgunmati. Tað var ikki bakað breyð heldur. Mjøl var slett ikki við í provianteringini, og hetta var ein stórur saknur í 15 vikur.

Tað skal sigast, at kokkurin fiskaði eisini. Hann fekk eina samsýning fyri at kokkast, men afturat hesum fekk hann fyri fiskarnar, hann dró. Tá nógv var at fáa merkti hetta eisini, at minni varð gjørt við kokkingina.

 

Landa í Føroyum ella Íslandi

Eftir at hava fiskað í sjey vikur var lastin full. Nú var spurningurin, um lastin skuldi seljast í Føroyum ella í Íslandi. Teir eldru vildu sleppa heim, men teir ungu høvdu líka góðan hug at sleppa á Seyðisfjørðin við fiskinum, og soleiðis varð tað.

Tað var lítil vindur, og tað tók okkum 12 tímar at sigla til fjarðar­munnan. Tá gjørdist stilli. Her mátti báturin setast út at sleipa skipið inn, og átta mans róðu uppá skift, men tað gekk ongan veg. Men tá kom ein íslendsk trilla, maskinbátur, og sleipaði okkum restina av teininum.

Her var stórsligið at koma inn, men merkiligt nærum einki orð at skilja.

Vit landaðu sjálvir og hava sæð nakað rokasligir út. Konur gingu framvið og hugdu, og teimum tyktu synd í hesum neyðars drong­inum, og tað var meg, tær meintu við.

Longu kvøldið eftir var klárt at fara avstað aftur. Tíð var til onkran lítlan túr í landi, har vit kundu keypa okkurt hissini. Júst­ines býtti til manningina tað, sum fekst við søluna av nøkrum tunnum av toskalivur. Hetta rakk til tvey gløs av sultutoy, eina dós livurpostej, ein lítlan ost og eitt sindur av góðgæti. Hinir keyptu nakað tað sama, og hetta deildu vit við hvønn annan, tá ið vit fóru út aftur. Hetta rakk í 14 dagar. So var slutt við hesum forkunnuga kosttilskoti. Vit saknaðu tað nógv.

 

Sjúkir av longsli

Vit byrjaðu nýggja túrin við góðum fiskiskapi. Men summir høvdu mist hugin at byrja aftur. Tað var longsulin, sum gjørdi um seg. Hetta var ein rættilig sjúka. Víst høvdu teir frætt heimani frá inni á Seyðisfjørðinum, men hetta gjørdi ikki longsulin minni. Ein maður umborð hjá okkum longdist so illa, at skiparin mátti skaffa honum fart heim við eini slupp sum skuldi heim. Maðurin var tá mestsum lagstur í koyggjuna.

Tá komið var út til endan av august, nærkaðist tíðin at fara heim. Veðrið ilskaðist, og tá var farið inn á Skála við Langanes at fáa vatn og ís. Hetta var eitt kent útróðrarpláss hjá føroyingum.

Her bar ikki til at leggja at, so alt varð flutt við báti, vatnið í tunnum og ísurin í sekkjum. Posturin kom eisini higar. Hann var ofta mánaðir gamal. Brøvini vóru til giftu menninar og so eini tvey brøv til forlovaðar dreingir. Eitt bræv var eisini til mannin, sum var farin heim. Nøkur gomul bløð komu eisini, men tey vóru tó nýggj fyri okkum, sum ikki høvdu sæð eitt blað í 11-12 vikur.

Her var nú savnaður ein heilur floti av skipum, sum komu inn at kroka. Øll høvdu okkurt at gera á Skála, summi tó bert eftir posti.

Eftir tveimum døgum minkaði vindurin, og nú skundaðu øll skip­­ini sær út aftur á Nesgrunnin. Nú var gott lag. Fiskaríið var gott, og so høvdu vit keypt eitt lamb frá einum bónda, og vit flettu umborð. Goldið var við umbýti av teimum vørum, vit høvdu umborð, eisini snús. Bæði bóndin og konan hansara snúsaðu.

I september gjørdist dagarnir styttri og styttri, og samstundis tíðin tað kundi standast við snøri. Hetta var bert gjørt í ljósi. Tað skuldi givið longri frívakt, men veiðan var so stór, at tað tók langa tíð at reinsa. Men nú vóru umstøðurnar verri til tess. Fyrr um summarið var ljóst alt samdøgrið. Nú var veðrið verri, og tað var eisini myrkt. Arbeiðs­ljósið var flagermúslyktir, sum brendu petroleum, og hesar lýstu ikki nógv upp. Menn vóru ofta so móðir, at tað hendi, at teir sovnaðu, sum teir stóðu, undir reinsingini av fiskinum.

Endin var so, at saltið varð uppbrúkt og lastin var full.

 

Skomm at brúka luktilsisápu

Reinførið umborð var so sum so, vatnið skuldi sparast. Men sunnudag fingu menn kortini vatn, so teir kundu raka sær.

Alt hetta førdi til lús umborð. Hetta var sum í dag ikki nakað, sum tosað varð um, men vit høvdu lúsafræ, so lýsnar vórðu fyribeindar í øllum góðum.

Heimani frá høvdu vit eisini sápu. Mamma hevði pakkað mær luktilsissápu, og hesum varð eg argaður við. Rættir menn nyttu ikki konufólkasápu. Slíkir menn kundu ikki fáa fisk. Teir hildu seg til Sunlight!

 

Aftur feskan mat

So er tað aftur maturin í septemb­er. Eg havi nevnt, hvussu gott tað var at fáa feskt lambakjøt til døgurða. Kjøtdagarnar, tá vit annars fingu saltkjøt, fingu vit nú fekst kjøt mánadag. Blóðpylsu fingu vit mikudag, og fríggjadag fingu vit amerikanska saltkjøtið. Justines hevði eisini keypt tríggj­ar tunnur av íslendskum lambs­­kjøti, og hetta smakkaði betri enn tað amerikanska.

Men so byrjaði kjøtið at ganga undan, men lagið var kortini gott, tí nú sluppu vit skjótt heim. Síðsta sunnudagin fingu vit blikka­­mat til døgurða. Hetta var amerikanskt konserves, og hetta gjørdist dagligur kostur. Men okkum dámdi tað, hóast tað hevði allan møguligan tilsetning. Tað varð nógv tosað um, hvat ið kundi vera í hesum blikkdósum. Við okkum var ein skemtiligur dani, Lundsbjerg, sum var búsettur í Fuglafirði. Hann skemtaði við, at tað vóru hakkaðir indianarar í dósunum.

Fisk fingu vit framvegis ásettu dagarnar. Hetta var vanliga tosk­­ur. Men nú góvu vit ilt av okk­um, tá kokkurin tvær vikur úti í eitt kókaði upsa, sum okkum ikki dámdi nakað serliga væl. Men skiparin hevði givið boð um, at toskur skuldi ikki etast. Hann var so stórur og tískil virðismikil. Seinni fingu vit meira av smáfiski, toski. Og tá sluppu vit undan upsanum til døgurða. Tað besta var tó at fáa steiktar kjálkar.

 

Hetjurnar

Tað var nógv tosað umborð. Tær veruligu hetjurnar í okkara verð vóru tey skip og teir skiparar, sum veruliga fiskaðu væl. Tað var eisini sagt, at hesi høvdu besta og mest útvalda fólkið. Tað ljóðaði eisini, at teir bestu skipararnir høvdu eina serliga nøs fyri, hvar fiskur var at fáa. Tað vóru nógvar søgur og nógv reyp um hesar rokarar, og ofta var nakað væl lagt afturat. Ein sportur hjá fiskimonnum var eis­­ini at kenna nøvnini á so nógv­­um sum gjørligt av teimum 150 skipunum, sum royndu undir Íslandi.

 

Endiliga heim

Nú varð tosað um, nær vit mundu fara at sigla heim. Nógv var tosað um javndøgursstormarnar seinast í september, sum fiskimenn rædd­­ust. Men teimum sluppu vit undan. Tann 27. september fóru vit at sigla heim í fylgi við fýra øðrum skipum. Øll flaggaðu til avskeð, og vit sóu Ísland hvørva í havsbrúnni í einum heglingsæli, og tá vit sóu Føroyar, var eisini kavi í fjøllunum.

Skipið fór til Keypmannahavnar at landa lastina. Síðan fór tað til Svøríki, har tað fekk motor ísettan.

Avrokningin fyri túrin var kr. 250 aftaná frádrátt fyri kr. 100 í útgerð. Eg var blivin ríkur maður!