Onglendingar kallla 2. jóladag fyri ?boxing day?, hvaðani stavar hetta serenska hugtak, og hvønn týdning hevur hugtakið, kann ein spyrja seg sjálvan Lesur, lurtar ella hyggur ein gjøgnum enskar miðlar um jóltíðir, rennur ein seg ofta í hugtakið boxingday, ið verður nýtt um annan jóladag. Hetta serenska heitið á degnum er ikki nakað nýtt fyribrigdi. Hetta heitið stavar frá gamlari tíð, og hevur onkursvegna megnað at livað á mannamunni síðani miðøld.
Í Miðøld var vanligt at størri og smærri jarðeigarar, við arbeiðsfólki tilknýttum at garðum sínum, sendu boð eftir hesum arbeiðsfólki og familjum teirra, so at tey skuldu samlast á garðinum. Síðani fekk hvør einstakur ein kassa ?box?, við ymsum praktiskum, sosum klæðum, amboðum, mati m.a.
Á fyrsta arbeiðsdegi eftir jólahøgtíðina, høvdu arbeiðsfólkið so kassarnar við aftur, og tá lat arbeiðsgevarin pening niður í ? nakað, ið vit í dag kanska kenna betur sum jólabonus.
Í miðøld var eisini vanligt hjá kirkjum at lata upp virðisgoymslur sínar og geva av teirra ómetaliga ríkidømi, til tey fátøku og illa fyrikomnu. Hesar virðisgoymslur vóru aloftast í stórum kassum??boxes?. Hesi hugtøk eru rótfest í tí enska, so at tað hevur livað á mannamunni líka síðani miðøld.
Hugtakið verður ofta sett í samband við ítrótt, og vanliga er ein rúgva av ítrótti hendan dagin. Í Onglandi er fótbóltur í Premier League, ivaleyst tann ítrótturin, ið fer við meginpartinum av áskoðarunum, men gamalt var at revaveiða varð avgreidd hendan dag. Í nýggjari tíð er tað blivið til fótbólt og kappríðing á hesti, ið hugtaka flest allar Onglendingar á ?kassa degnum?.