Stjarnan er aftast í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum, men tað eru ikki føroysku leikararnir hjá liðnum, ið kunnu lastast fyri tað.
Leygardagin var Natasja Hammer stórskjútti við 10 málum, og Inga Maria Roysdóttir skoraði trý mál, tá Stjarnan á útivølli tapti 25-32 (10-19) fyri ÍR.
Føroysku leikararnir skutu sostatt meir enn helvtina av málunum hjá Stjörnuni.
Stjarnan er aftast í deildini við bert einum stigi fyri átta dystir. Stjarnan hevur seks stig upp til sætta plássið, ið gevur atgongd til endaspælið við lokið grundspæl.
Komandi leygardag klokkan 16 hevur Stjarnan dyst á heimavølli móti ÍBV.











