Tyrla eftir manni í Nólsoy

Ein maður datt á haruveiðu í Nólsoy í gjár

Klokkan 9:40 gjáramorgunin varð tyrla send eftir manni, sum var dottin í Nólsoy. Vaktleiðarin á politistøðini greiðir frá, at teir vóru og skutu harur, tá óhappi hendi. Sum vanligt er sigldu teir suður á oynna fyri síðani at skjóta harur á veg aftur móti bygdini. 

Meðan báturin í fjøruni hendir óhappið, har ein maður um 60 ára aldur dettur eina 4-5 metrar niður á helluna í fjøruni. Maður var uttan vit, tá boðini komu um hjálp.

Greitt var ikki, um maðurin hevði fingið eitt dánilsi, ella um hann var áhaldsin, sigur vaktleiðarin.

Trylan kom eftir manninum, sum varð fluttur á Landssjúkrahúsið. Og tá hann kom á Landssjúkrahúsið var hann komin til sín aftur, sigur vaktleiðarin, sum ikki kennir meira til støðuna hjá mannin.