Enn eitt vikuskifti við jólafrokostum fór rumblandi framvið. Hetta eyðkennir sjálvandi eisini arbeiðið hjá løgregluni, sum varð boðsend til eitt sindur av hvørjum. Tá vakthavandi kom til arbeiðis leygarmorgunin, svóvu tríggir mans í kjallaranum. Tann eini hevði fingið somikið væl upp í høvdið, at hann kundi hvørki “gå eller stå”, sum vakthavandi málbar seg. Maðurin hevði gjørt eitt sindur um seg í miðbýnum, og varð noktaður atgongd til eitt skonkistað. Tá hann ikki orkaði at stríðast longur, legði hann seg at sova uttanfyri. Men fólk hildu ikki, at tað var ráðiligt at lata mannin liggja, so hann varð tikin við á støðina, har hann svav rúsin av sær.
Endaði sjálvur í geglinum
Uttanfyri Glitnir var bardagi í umbúnað, tá løgreglan varð boðsend. Tann eini átjan ára gamli drongurin skilti eftir øllum at døma ikki boðskapin og endaði í brummuni. Hetta góðtók vinmaður hansara ikki, og troppaði upp úti í Bronx, har hann kravdi vinmannin útflýggjaðan. Eftir øllum ikki serliga diplomatiskt, tí hann endaði eisini í kjallaranum. Báðir teir 18 ára gomlu, sum vóru úr somu bygd, svóvu øðina av sær á støðini og verða ákærdir fyri brot á politiviðtøkuna.
Mamman ringdi til politiið
Leygarnáttina var eisini ein maður í 20unum tikin fyri rúsdrekkakoyring í Vesturbýnum. Hann blásti í ballónina, sum vísti eina promillu. Hann missir helst kortið. Eisini var ein tilburður av húsaófriði í Vesturbýnum, har ein ungur drongur millum annað hevði knúst eitt spegl. Støðan var somikið álvarslig, at mamman ringdi eftir løgregluni at koma út at sissa drongin.
Um áttatíðina sunnumorgunin var politiið boðsent niðan í Statoil-støðina á Hoydalsvegnum, tí har lá ein fullur maður væl ballaður og svav úti í kuldanum. Maðurin, sum hevði verið í býnum í Havn, varð fingin á føtur aftur, og fór at finna sær ein bil heim aftur.
Full kona
Eisini sunnunáttina vóru bardagar uttanfyri onkur skonkistøð. Ein kvinna hevði drukkið seg so fulla uppi á Hotell Føroyum, at hon varð send á Landssjúkrahúsið. Í Klaksvík kom ein maður so illa fyri uttan fyri Barokk, at hann breyt beinið, og ein var tikin fyri rúsdrekkakoyring í Havn.