Vágbingurin Lars Müller hevur bara dømt á høgum støði í tvey ár. Hansara fyrsti dystur, sum elitudómari var millum AB og KÍ í 1. deild í fjør. Tá gekk so illa í hond, at hann hevði hug at kasta floytana frá sær. Men tá, sum nú var tað konan, sum eggjaði honum til at halda áfram. Og góð hava ráðini hjá Dianu hava borið frukt. Tí longu árið eftir – her í 2007 – er Lars Müller valdur til Àrsins Dómara. Ein heiður, sum hann tilskrivar Dianu, og sum motiverar tann 34 ára gamla løgreglumannin at tørna til aftur, sum fótbóltsdómari í 2008. Tó er tað ikki heilt bíligt at gerast Ársins Dómari. 32 mans vóru á veitslu hjá Føroya Fótbóltsdómarafelag, og har er siður, at Ársins Dómari bjóðar ein umgang. “So heiðurin kostaði mær 700 kr.” sigur Lars við einum skeivum smíli. Lars er glaður fyri, at hann og hinir fótbóltsdómarnir eru so samhaldsfastir ímóti hvørjum øðrum. Við uppmuntringum og góðorðum royna fótbóltsdómarnir at halda hvønn annan til eldin. Trúliga ringja og sms´a dómarnir til hvønn annan. Lars var tó glaður fyri, at hann ikki var millum teir garvaðu dómarnar í Formuladeildini í fjør, tá alt rokið var, og FSF mátti út at rópa varskó. Tá var Lars ikki blivin ein inngrógvin partur av dømingini, og tí føldi hann ikki so nógv á sínum kroppi ífjør. Tó sigur hann eitt sindur skemtandi, at hevur hann dømt okkurt, sum ikki líkar HB- ella B36-viðhaldsfólkum, so bíðar hann til mikudagin ella hósdagin, áðrenn hann fer ein túr niðan í SMS. “Ofta koma villfremmand fólk yvir til mín. Fólk, sum eg ikki havi sæð ella møtt fyrr í lívinum, og byrja at práta um fótbólt.” Lars er eitt sindur bergtikin av hvussu stóran týdning fótbólturin hevur fyri mong fólk. Fólk spyrja hann hvat hann heldur um hasa ella hina støðuna, sum tey hava sæð í sjónvarpinum dagin fyri. Fokusið uppá fótbóltin er blivið stórt.
Vaks upp í Grønlandi
Fyrstu sjey liviárini búði Lars í Vági. 7 ára gamal flutti hann við foreldrunum, sum eita Martin og Elinborg til Grønlands. Martin og Elinborg búsettu seg í 1980, í vesturgrønlendska býnum, Manitsok. Lars og tey eru 4 systkin. Hann eigur tveir eldru brøður, sum eita Jákup Eli og Erhard, og eina yngri systur, sum eitur Amy. Sum onnur føroysk børn, ið hava búð í Grønlandi treivst Lars ikki optimalt í kuldanum. Honum longdist illa til Vágs. Og var hann ofta langar ferðir heima í Vági. Í Grønlandi gekk hann bara í flokki saman við danskttalandi næmingum, men tá hann var heima í Vági, gekk hann í einum skúlaflokki, sum hann fekk tilknýtið til. Tá hann bleiv størri, bleiv tilveran eitt sindur hugaligari í Grønlandi. Hann og onkrir grønlendskir vinmenn plagdu at fara á flot, og sum 12 ára gamal hevði hann loyvi at skjóta við byrsu, um onkur vaksin var við á veiðuferðini. So síðstu árini í Grønlandi blivu eitt sindur betri og hendingarríkari. Men Lars var glaður tá familjan flutti heim til Vágs í 1987. Tá var hann 14 ára gamal. Í Grønlandi fekk hann ikki spælt nógvan fótbólt. Eitt sindur innandura, og onkran hendinga dystin uttandura undir tí stutta grønlendska summarinum.
Byrjaði í VB
Lars byrjaði so at standa í smádreingjamálinum hjá VB, í 1987. Hansara árgangur var ikki so stórur í Vági, og tí fingu teir so dánt mannað lið í hansara aldursbólki. Men frá hansara árgangi eru so knáir menn, sum Pól Thorsteinson og Magni Mohr, sum eisini er kendur frá venjarayrkinum. Lars gekk á sekstanda árið tá hann spældi sín fyrsta dyst í vaksnamannadeildini. Hetta var ein dystur hjá 3. deildarliðnum hjá VB ímóti Streymi. VB tapti dystin við 3-4 málum. Tá hann og javnaldrarnir fluttu upp úr ungdómsrekkjunum byrjaði Lars í 4. deild. Tá VB-legendan Bjarni Johansen fór niður til Århus á skúla, á heystið í 1992, kom Lars at standa í málinum hjá besta liðnum hjá VB. Tað sama gjørdi hann fyrru helvt av 1993. Bjarni Johansen vardi málið hjá Skovbakken hesa tíðina. Bjarni kom heim aftur, og tá valdi Lars at taka ein steðg frá fótbóltinum. Árið eftir vóru boð eftir Lars at koma at verja málið hjá Royn. Hann minnist, at venjingarnar hjá Vilmundi Michelsen vóru harðar. Vilmund var leikandi venjari, og Trygvi Midjord var hjálparvenjari, og teir spardu ikki uppá krútið. Lars leikti so við Royn inntil hann fór niður á politistaskúla í Keypmannahavn, á heysti í 1995. Meðan hann var niðri vardi Lars málið hjá besta liðnum hjá ÍF Føroyum. Venjari hjá ÍF Føroyum var Julian Hansen.
Kom aftur í 98
Lars var liðugur við Politiútbúgvingina í 1998. Hann fór aftur at verja málið hjá Royn, men síðani skifti hann til TB. Í 2001 var hann við til at vinna táverandi 2. deild, og leikti hann í bestu deildini við TB í 2002. Lars hevur vunnið 5. deild við Royn, 4. deild við VB, og 2. deild við TB. So hann hevur vunnið fyri seg í Suðuroynni. Í 2003 fekk Lars ein álvarsaman skaða, og bleiv opereraður í krossbandinum. Tá gjørdi hann av, at leggja fótbóltsspælið á hilluna. Men hann fann ein veg aftur til bestu fótbóltsdeildina! Lars hevur altíð dømt dystir í yngru deildunum, og í kvinnudeildini. Undir dómaraverkfallinum seinast í 1990-unum dømdi hann ein dyst í bestu mansdeildini millum B71 og FS Vágar heiman á Sandi. Í 2006 valdi hann at satsa uppá dømingina, og tað bar langt, her í 2007. Lars metir tað verða ein fyrimun at hava eina útbúgving, har ein lærir at takla pressaðar støður. Hann nevnir m.a. danska elitudómaran Knud Stadsgaard, sum dømi um ein løgreglumann, sum er fótbóltsdómari á hægsta støði. Fótbóltur fyllir nógv í prátinum á Politistøðini, serliga mánadagar. Og fór tað ikki framvið borðinum, at Lars gav starvsfelagnum Mikkjali Thomassen okkurt kortið, sum kostaði B36 dýrt í farna kappingarárið. Mest glaður er hann tó fyri stuðulin frá konuni. Hann hevur vaktir har hann arbeiðir 8 dagar norðanfjørðs, og hevur hann tá frí í 5 dagar. Men nógvir frídagar fara til fótbóltsdømingina. Uttan stuðulin frá Dianu hevði hann so ongantíð blivið Àrsins Dómari í 2007.