Ummæli
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Adventus Domini er heitið á nýggju krimiskaldsøguni hjá Jógvani Isaksen. Hetta er enn ein bók í røðini um Hannis Martinsson, sum aftur megnar at koma mitt í rokið, tá ymiskt hendir, ið ikki er gerandiskostur í føroyska samfelagnum.
Nýggja bókin um komu Harrans, ella bíðan eftir Harrans komu, tekur - sjálvsagt - støði í døgum, ið liggja nógv hundrað ár afturi, í 16. øld, og tempulordanum, heilagum stríðum og krossriddarum og kendum persónum, sum livdu fyri nøkrum hundrað árum síðani, og verður hetta hegnisliga flættað inn í lívið í Føroyum anno 2007, har gerandislívið m.a. er Gekkur, matstovu- og cafévitjanir og nýtt blað- ella miðlahús í Vágsbotni. Og tíðin undir øðrum heimsbardaga spælir eisini inn.
Adventus Domini er fjórða bókin um Hannis Martinsson.
Hannis Martinsson er hin sami, sum í hinum bókunum, og sum í fyrstu bókini "Blíð er summarnátt á Føroyalandi" frá 1990.
Sum í góðu gomlu krimirøðunum, so er hann ein heldur "lættlivandi" persónur, blaðmaður, sum arbeiðir sjálvstøðugt sum ráðgevi,og sum er fastur gestur í føstum ølklubbum, og sum annars dámar heldur væl tað váta slagið, livir stakur, men hevur eina dóttir við eini unnustu, sum hann má sigast at hava eitt slag av "av og á skipan" við.
Júst rætti personurin, tí soleiðis kenna vit teir frá gomlu og ektaðu krimibókunum ella filmunum.
Tað fantastiska við bókunum hjá Jógvani Isaksen er, at hann gevur eina nokkso autentiska mynd av Havnini og Føroyum annars. Vit eru mong, sum ikki ivast í hvønn klubba í Havn talan er um, hvat blað ella blaðhús, o.s.fr. Og yvirhøvur eru vit í hesum krimisøgunum stødd mitt í Havn, ella onkrastaðni í Føroyum, og væl at merkja í næstu samtíð, har summi støð enntá verða nevnd við røttum navni, t.d. Jinx og Hotel Norð.
Og tað fantastiska er, at mitt í hesar gerandismyndirnar plantar Jógvan eina heilt ófatuliga krimisøgu, sum beinanvein gevur afturljóð í føroyska samfelagnum - altso tí hálvfiktiva í bókini. Og hervið er ein søga skapt, har søgan er fantastisk fiktión, men pallurin er veruleiki og dagførdur. Hetta er eitt vørumerki, eitt genialt hugskot og tað, ið gevuur hesum krimisøgunum um Hannis ein heilt serstakan dám. Her fann Jógavn eina bókahill, ið ongin áður hevði roynt, og júst tí at hetta veruliga riggar, kann hann skriva fleiri bøkur við sama palli og persónum at seta á hesa hill, ið er hansara, og bert hansara.
Júst Adventus Domini sýnist mær øðrvísi, í mun til undanfarnu bøkurinar um Hannis. Her er í stóran mun talan um eina ferð inn í lærubókaheimin, og lesarin má leiðast, tá greiða skal fáast á ordanum riddarum og Zeno brøðrum, sum hava vitjað í Føroyum fyri fleiri hunrdað árum síðani, og tá hava hitt táverðandi bóndan í Kirkjubø.
Men ongum nýtist at óttast fyri, at alt hetta, ið ein skal læra og sodna, ger bókina keðiliga. Tað ger tað als ikki.
Her hendir okkurt alla tíðina. Fólk verða dripin í annars friðarligu Havnini og Hannis kann ikki kenna seg tryggan og ásannar fleiri ferðir, at tað hevur hann heldur onga orsøk til.
Eins og søgan, sum er íspunnin, trívist á pallinum, sum er tær veruligu Føroyar, so megnar Jógvan Isaksen eisini at hava spenning og "action" í hásæti, so ikki ein síða er keðiligur lesnaður, men krimi av besta slag, har friðaliga, og helst í mangar mátar bygdasliga Havnin, gerst karmur um morð og óloystar gátur, meðan lesarin er fylgisneyti, meðan Hannis og søgukøni vinmaður hansara, í huganum ferðast víða um heim og í tíð, fyri at fáa skil á aldargomlum gátum, har svarið - og ein skattur - er at finna í Føroyum, ....alt meðan teir tøma øl og whisky, ið sjálvsagt er av besta slag.
Av sonnum er hetta ein fløkt søga, men hon er greidliga tøld, og tað er neyvan nakar, ið dettur av í svingunum, tí høvundurin dugir at halda lesaranum til. Og so væl verður gátan loyst fet fyri fet, at lesarin er við allan vegin, og spenningurin verður ongantíð gloymdur, so lesarin er alla tíðina motiveraður at blaða á næstu síðu.
Sjálvur var eg so hugtikin av at vita, hvat var fiktión, og hvat var fakta, at eg setti meg at googla, tí ymiskt var, ið eg vildi hava greiðu á, so áhugavert var hetta. t.d. søgan um Zeno brøðurnar. Høvdu teir verið í Føroyum, hvørjir vóru teir, var alt íspunnið, ella bara partvís? Á google fann eg útav, at hasir hava verið til og hava ferðast á okkara leiðum, men at teir hava sett beinini á land í Føroyum, havi eg enn bert sæð í Adventus Domini!!
Ummælir havi eg skrivað áður, mest um tónleik og sjónleik, men sum bókaummælari eri eg grønur.
Fari tó at loyva mær at siga, at Isaksen her hevur gjørt tað einaferð enn! Hetta er ein fantastiska spennandi søga, ið hevur so nógv í sær, at ein verður burtur í hesum heiminum, sum er íspunnin, men tó bygdur inn í veruliga Havnina.
Í Klaksvík søgdu tey í hvussu er fyrr, tá okkurt riggaði avbera væl, at tað "krimaði"
Eg fari at siga, at Isaksen krimar!! Hetta er veruliga ein krimi, ið vil nakað, bæði tá tað kemur til spenning, ógvusligheitir, og tað meira álvarsliga siðsøguliga og religiónssøguliga, ella hvussu vit skulu kalla tað.
Skal eg siga nakað, sum eg haldi kundi verið betri, so er tað á málsligu síðuni. T.d. kennist tað løgið, at skrivað verður, at "stearinljós brendu", tí rættari er jú at siga "brunnu". (s.21).
Havi ikki altíð so nógv at siga um, at talumál verður nýtt, fyri at lætta um, ella fyri at gera málið meira gerandisligt. Men í bókini verður ofta skrivað óneyðuga nógv "talumál", ið kanska er dekan ov gerandisligt, tá talan ikkk eingang er um beinleiðis talu. T.d. "...følir stingir í kroppinum". (s.72). Onnur dømi; støvsúgvaranum (s.173) og jólamusikkur (s.73). Her kundi eins væl verið sagt "kennir", "dustsúgvaranum" og "jólatónleikur", uttan at nakað fór av nøkrum.
Heldur ikki eri eg kønur, tá um bát ræður, men eg raknaði við tá skrivað varð (s.217): "Hann settist aftur frammi í rong, um tað kann kallast so á einum gummibáti". Hetta ber, so vítt eg veit, hvørki til á gummibáti, ella øðrum báti, tí tað eitur "afturi í rong" og "frammi í skutinum". Men um eg fari skeivur, so rætta meg endiliga.
Men alt hetta eru smálutir, tá heildarmeting skal gerast av skaldsøguni. Hon er sera væl úr hondum greidd og ber boð um, at høvundurin er ikki viknaður, og heldur ikki er Hannis, Havnin og nýplantaðar gátur, við at verða útvatnaðar.
Isaksen krimar! So einfalt er tað.