Mitt í øllum kemur tann politiski leikparturin og samtykkir, at hesin menn, sum hava ført hetta skip í nógv ár kunnu halda fram til teir eru 70 ár.
Men hvat ger toppurin á Strandferðsluni, teir tveita hesar menn til síðis og nærum siga, at teir eru óbrúkiligir ella hvat er tað man meinar. Hatta er langt úti.
Hvat ger leiðslan hjá Strandferðsluni, eg spyrji meg sjálvan, eru hesi fólk, sum sita á toppinum á Strandferðsluni úti eftir at knúsa stovnin? Fyri mær sær tað soleiðis út.
Teir ganga framvið stýrimenninar, sum eru umborð. Hetta meti eg sum grovan ágang ímóti teimum væl kvalificeraðu stýrimonnunum, sum eru settir í starv umborð.
Hetta meti eg, sum skitið arbeiði og eina háðan, ið møtti sínum egnu.
Nú var hetta frammi í Tinginum við einum fyrispurningi har tingmenn fingu ein minutt í part, og sá eg ongan møguleika, at útdýpa eitt so vítt fevnandi mál, sum hetta, í ein minutt. Tí skrivi eg.
Hvør var setanarbólkurin til hesa starvsetan? Hetta eru fólk, sum halda lítið um sínar egnu stýrimenn ella hevði setanarbólkurin fingið harra boð áðrenn? Um so er, ja, so hava teir lítlan týdning. Um so er, kemur forfylging fram um rættvísi.
Tann meinigi maðurin fær illa eyga á feilin Jacob Vestergaard hevur gjørt. Um meiningin hjá Jacob var at verja fólkið, sum arbeiðir hjá stovninum, har meini eg stýrimenninar, so eri eg samdur við honum, tað sum setanarbólkurin hevur gjørt er at gera split á sínum egna arbeiðsplássi, so eg fari so staðiliga at heita á teir leiðandi, at gevast við revolvara politikkinum, tí so satt, sum rættvísi livir, kemur hetta tykkum sjálvum aftur um brekku.
Mitt í øllum seta tit skiparar, sum koma uttanífrá og so sanniliga halda tit eisini hesar menn fyri gjøldur. Skilja tit ikki tað? Tit leita eftir trupulleikum á Strandferðsluni í staðin fyri at royna semju, so seta tit fólk upp ímóti hvørjum øðrum.
Jú, stjórin á Strandferðsluni legði kongin sjálvur, helst skuldi meginparturin av setanarbólkinum hjá Strandferðsluni gjørt tað sama, ella onkur annar gjørdi tað fyri teir.
Slíkan vemmiligan ágang, sum Strandferðslan førir ímóti sínum egnu, skalt tú leita leingi eftir.
Tú skalt helst langt út um Norðurlond, helst har, sum fólkaræði er eitt ókent orð.
Jú, hetta hendir í Føroyum. Strandferðslan háðar teir stýrimenn og skiparir, sum hava ført hesa stoltu skútu, og Strandferðslan háðar teir vælkvalificeraðu, sum søktu uttanífrá.
Eg vil til seinast siga soleiðis, at eg ætli at berjast fyri rættvísi, tí hetta er ikki tað, sum líkist rættvísi.
Eg kann skoyta uppí um ein av kokkunum á “Teistanum”. Hvat ger leiðslan við henda mannin? Kokkurin, sum helt seg hava fingið starv. Maðurin býr í Sandoy, heima á Sandi. Jú, uttan nakað varð “Arnason” tveittur til síðis av eini eirindarleysari Strandferðslu. Hvør ger so við ein ungan familjumann? Eingin við virðing fyri sær sjálvum, men vælsaktans er ikki síðsta orðið sagt.
Um hetta mál varð sett sum misálit á landsstýrismannin, Jacob Vestergaard, so hevði eg ikki stemmað fyri at felt landsstýrismannin. Men hevði viljað, at tað vóru onnur høvd, sum rullaðu.
Við sorgblídni