gjørdi í dag av, at Dominique Strauss-Kahn, skal fyribils verða sitandi í varðhaldinum, til málið kemur fyri í rættinum tann 20. mai. Verjarnir vildu hava dómaran at lata Strauss-Kahn leysan ímóti einari millión [...] ákærin ikki, tí hann segði seg stúra fyri, at slapp Strauss-Kahn úr varðhaldinum, fór hann at rýma úr USA. Hesum tók dómarin undir við. Dominique Strauss-Kahn er ákærdur fyri kynsligan ágang og neyðtøkuroynd
Enn hevur stýrið í Altjóða Gjaldoyragrunninum ikki sagt nakað um, at stjórin, Dominique Strauss-Kahn, eigur at leggja frá sær orsakað av ákæruni um kynsligan ágang. Altjóða tíðindastovurnar skriva, at [...] eftir, hvussu leikur fer. Harafturímóti eru summir evropeiskir politikarar farnir at tosa um, at Strauss-Kahn eigur at fara frá. Eysturríkski uttanríkisráðharrin, Maria Fekter, sigur við fronsku tíðindastovuna [...] um kvinnuna, um var fyri ágangi, sigur Elena Salgado. Hon leggur tó afturat, at fyribils er tað Strauss-Kahn sjálvur, sum eigur avgerðinna, hvørt hann heldur fram ella ikki.
Murray, sum er talsmaður hjá IMF, segði í gjárkvøldið, at grunnurin hevur ikki havt samband við Strauss-Kahn, síðani hann bleiv tikin leygardagin. Hann legði afturat, at nú stjórin ikki er tøkur, røkir
Dominique Strauss-Kahn skal siga stjórastarvið í Altjóða Gjaldoyragrunninum frá sær. Tað sigur danski fíggjarmálaráðharrin, Claus Hjort Frederiksen. Hann hevur sostatt somu støðu sum amerikanski starvsbróður [...] starvsbróður hansara, Timothy Geithner, sum hevur sagt, at Strauss-Kahn kann ikki røkja stjórastarvið í IMF úr einum kliva í New York. Claus Hjort Frederiksen sigur við TV2, at tað er stak óheppið, at stjórin
Dominique Strauss-Kahn hevur sagt seg úr stjórastarvinum í Altjóða Gjaldoyragrunninum. Í einum brævi til stýrið fyri grunnin skrivar stjórin, at hann kennir seg noyddan at fara frá. Hinvegin sigur hann
Nú Dominique Strauss-Kahn hevur sagt seg úr stjórastarvinum í Altjóða Gjaldoyragrunninum, eru eru nógvar gitingar um, hvør skal taka við eftir hann. IMF hevur ongantíð havt eina kvinnu í stjórastarvinum [...] at vera skilagóð og dugnalig at samráðast. Hennara trupulleiki er, at hon er úr Fraklandi eins og Strauss-Kahn, og fleiri eygleiðarar siga tað ikki vera serliga sannlíkt, at tann næsti stjórin eisini verður
Fyrrverandi IMF-stjórin Dominique Strauss-Kahn varð í kvøld latin leysur úr varðhaldinum ímóti einari millión dollarum í veð. Samstundis varð avgjørt, at hann skal lata myndugleikunum passið og ferðaskjølini [...] til tess at forða fyri, at hann skal fara úr USA. Endiliga gjørdi rætturin eisini av, at Dominique Strauss-Kahn skal halda til í einari íbúð á Manhattan alt samdøgrið, til rættarmálið ímóti honum byrjar.
tíðindastovuna Bloomberg. Altjóða Gjaldoyragrunnurin skal hava nýggjan stjóra, eftir at Dominique Strauss-Kahn hevur sagt seg frá orsakað av ákæruni um kynsligan ágang. Christine Legarde hevur higartil fingið [...] Bretlandi og Týsklandi, men onnur lond í Evropa halda ikki, at Frakland eigur at fáa eftirmannin hjá Strauss-Kahn, sum er fransmaður. Russland heldur, at tann næsti IMF-stjórnin eigur at vera úr Brasil, India
Fyrrverandi stjórin í Altjóða Gjaldoyragrunninum, Dominique Strauss-Kahn, noktar seg sekan í øllum ákærunum um ágang ímóti einari kvinnu. Strauss-Kahn var í dag í rættinum í New York, har hann er ákærdur [...] kann hann fáa upp í 25 ára fongsul. Næsti rættarfundur verður tann 18. juli. Tann 62 ára gamli Strauss-Kahn varð tikin tann 14. mai, júst sum hann skuldi fara við einum flogfari úr New York til París
Stanley Fischer, sum hevur kunngjørt, at hann er valevni til starvið, sum bleiv leyst, tá Dominique Strauss-Kahn segði seg frá orsakað av ákæruni um kynsligan ágang ímóti einari kvinnu í New York. Stanley