Ein dómari í New York gjørdi í dag av, at Dominique Strauss-Kahn, skal fyribils verða sitandi í varðhaldinum, til málið kemur fyri í rættinum tann 20. mai. Verjarnir vildu hava dómaran at lata Strauss-Kahn leysan ímóti einari millión dollarum í veð. Tað vildi ákærin ikki, tí hann segði seg stúra fyri, at slapp Strauss-Kahn úr varðhaldinum, fór hann at rýma úr USA. Hesum tók dómarin undir við.
Dominique Strauss-Kahn er ákærdur fyri kynsligan ágang og neyðtøkuroynd, og hann kann fáa heilt upp í 25 ára fongsul, verður hann funnin sekur. Hann noktar seg sekan.










