Strauss-Kahn lagt frá sær

Dominique Strauss-Kahn hevur sagt seg úr stjórastarvinum í Altjóða Gjaldoyragrunninum. Í einum brævi til stýrið fyri grunnin skrivar stjórin, at hann kennir seg noyddan at fara frá. Hinvegin sigur hann tað vera neyðugt fyri at verja umdømið hjá grunninum. Hann leggur afturat, at hann vísir øllum skuldsetingunum ímóti sær aftur.

Stýrið fyri IMF sigur, at tað fer fyrsta dagin at boða frá, hvussu mannagongdin er í sambandi við stjóraskifti. Men fyribils røkir varastjórin, John Lipsky, stjórastarvið.