Kina styðjar Lagarde sum IMF-stjóra

Kinesiska stjórnin tekur undir við, at franski fíggjarmálaráðharrin, Christine Lagarde, verður nýggjur stjóri í IMF. Tað sigur talskvinnan hjá fronsku stjórnini við tíðindastovuna Bloomberg.

Altjóða Gjaldoyragrunnurin skal hava nýggjan stjóra, eftir at Dominique Strauss-Kahn hevur sagt seg frá orsakað av ákæruni um kynsligan ágang.

Christine Legarde hevur higartil fingið stuðul frá Fraklandi, Bretlandi og Týsklandi, men onnur lond í Evropa halda ikki, at Frakland eigur at fáa eftirmannin hjá Strauss-Kahn, sum er fransmaður.

Russland heldur, at tann næsti IMF-stjórnin eigur at vera úr Brasil, India, Kina ella úr Russlandi.