Fyrrverandi stjórin í Altjóða Gjaldoyragrunninum, Dominique Strauss-Kahn, noktar seg sekan í øllum ákærunum um ágang ímóti einari kvinnu. Strauss-Kahn var í dag í rættinum í New York, har hann er ákærdur fyri kynsligan ágang ímóti einari 32 ára gamlari kvinnu, sum arbeiðir á hotellinum, sum hann búði á. Talan er um sjey ymsar ákærur, eitt nú neyðtøkuroynd. Verður hann funnin sekur, kann hann fáa upp í 25 ára fongsul.
Næsti rættarfundur verður tann 18. juli.
Tann 62 ára gamli Strauss-Kahn varð tikin tann 14. mai, júst sum hann skuldi fara við einum flogfari úr New York til París.










