Kann ikki stýra IMF

Amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Timothy Geithner, sigur, at Dominique Strauus-Kahn er førur fyri at stýra Altjóða Gjaldoyragrunninum, nú hann situr í varðhaldi í New York. Tað kom fram, tá Geithner svaraði einum spurningi á einari ráðstevnu í New York, og hetta er fyrstu ferð, at hann hevur gjørt viðmerking til støðuna hjá IMF-stjóranum.

William Murray, sum er talsmaður hjá IMF, segði í gjárkvøldið, at grunnurin hevur ikki havt samband við Strauss-Kahn, síðani hann bleiv tikin leygardagin. Hann legði afturat, at nú stjórin ikki er tøkur, røkir varastjórin, John Lipsky, starvið.