Ísraelsmaður vil stýra IMF

Ísraelsmaður vil sleppa at stýra IMF

Kappingin um stjórastarvið í Altjóða Gjaldoyragrunninum harðnar. Nú er eitt evni komið afturat.

Hesaferð er tað tann 67 ára gamli stjórin í ísraelska tjóðbankanum, Stanley Fischer, sum hevur kunngjørt, at hann er valevni til starvið, sum bleiv leyst, tá Dominique Strauss-Kahn segði seg frá orsakað av ákæruni um kynsligan ágang ímóti einari kvinnu í New York.

Stanley Fischer er væl umtóktur búskaparfrøðingur, og fleiri geva honum æruna av, at Ísrael er sloppið rættiliga væl ígjøgnum altjóða fíggjarkreppuna. Hann hevur fyrr havt týðandi størv í IMF, Heimsbankanum og Citigroup.

Umframt Stanley Fischer hava Christine Lagarde úr Fraklandi og Agustin Carstens úr Meksiko kunngjørt, at tey eru til reiðar at átaka sær stjórastarvið í IMF. Hvør tað verður, verður ætlandi avgjørt seinast í hesum mánaðinum.