Fleiri uppskot um IMF-stjóra

Nú Dominique Strauss-Kahn hevur sagt seg úr stjórastarvinum í Altjóða Gjaldoyragrunninum, eru eru nógvar gitingar um, hvør skal taka við eftir hann. IMF hevur ongantíð havt eina kvinnu í stjórastarvinum, og fleiri nevna franska fíggjarmálaráðharran, Christine Lagarde, sum eitt gott boð. Hon er 55 ára gomul og verður søgd at vera skilagóð og dugnalig at samráðast.

Hennara trupulleiki er, at hon er úr Fraklandi eins og Strauss-Kahn, og fleiri eygleiðarar siga tað ikki vera serliga sannlíkt, at tann næsti stjórin eisini verður úr Fraklandi.

Onnur stjóraevni, sum verða nevnd, eru Agustin Carstens, sum er stjóri í meksikanska tjóðbankanum, Montek Singh Ahluwlia, ið er búskaparligur ráðgevi hjá indisku stjórnini, og Trevor Manuel, sum er fyrrverandi suðurafrikanskur vinnumálaráðharri.

Turkiski búskaparfrøðingurin og politikarin Kemal Dervis kann eisini vera ein møguleiki.