Danmark vil hava Strauss-Kahn frá

Dominique Strauss-Kahn skal siga stjórastarvið í Altjóða Gjaldoyragrunninum frá sær. Tað sigur danski fíggjarmálaráðharrin, Claus Hjort Frederiksen. Hann hevur sostatt somu støðu sum amerikanski starvsbróður hansara, Timothy Geithner, sum hevur sagt, at Strauss-Kahn kann ikki røkja stjórastarvið í IMF úr einum kliva í New York.

Claus Hjort Frederiksen sigur við TV2, at tað er stak óheppið, at stjórin í IMF situr í einari slíkari støðu, nú grikski búskapurin er um at fara fyri bakka, og onnur lond kunnu fáa somu lagnu.

-Hann má fara frá, sigur danski fíggjarmálaráðharrin.