merkir ikki, at Steinbjørn Jacobsen er nøgdur við sín egna flokk. - Eg haldi framvegis, at tað var skeivt av flokkinum at lata tvey tingfólk seta uppskotið fram. Hetta merkir tó ikki, at eg ætli mær úr [...] Miðflokkinum um at gerast valevni til komandi løgtingsval, sigur borgarstjórin, at tað hevur hann ikki. - Eg havi nóg mikið við at røkja borgarstjórastarvið og havi ongar ætlanir um at fara upp í landspolitik [...] ongar ætlanir um at fara úr Tjóðveldisflokkinum, sum hann annars segði seg umhugsa, tá Karsten Hansen fór í Miðflokkin Tá Løgtingið samtykti nógv umtalaðu 266B, sum fekk Karsten Hansen at venda Tjóðveld
Tað er partvís fyri at endurnýggja maskinurnar og partvís fyri at kunna prenta fleiri síður í litum, at Prentmiðstøðin byggir út. Prentmiðstøðin varð stovnað í 2000. Tá løgdu Sosialurin og Dimmalætting [...] vera í liti. Tá útbyggingin er liðug, ber til at prenta 32 síður í litum, meðan síðutalið verður skert til 48 síður. Hetta fer kortini ikki at merkja, at bløðini tódna, tí við hesi útbyggingini verður [...] sum kann leggja bløðini saman, soleiðis at blaðið við tveimum koyringum kann prentast í 96 síðum. Eyðun Húsgarð, stjóri á Prentmiðstøðini, sigur, at tey rokna við at kunna prenta bløðini í við eitt sindur
stuðul frá floksleiðsluni at taka neyðug stig at fáa málið aftur á beint, sigur flokkurin í tíðindaskrivi í kvøld. Javnaðarflokkurin heldur tað harumframt vera neyðugt at vísa á, at verandi býti kann vera [...] Floksleiðslan átalar harðliga, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ikki hevur hildið seg til samgongusemjuna, har landsstýrismaðurin bant seg til at boða vinnuni frá, at útbýttu eginkvoturnar einans [...] eru galdandi fyri 2009 og at alt svartkjaftabýtið verður tikið til nýggja viðgerð fyri 2010 og fram. - Floksleiðslan staðfestir, at landsstýrismaðurin í hesum føri er í ferð við at útskriva ognarbrøv upp
áður ført fram, at vit eiga at fáa eina breiðari og gjølligari ráðgeving, og á landsfundinum leygardagin nevndi hann, at vit eiga at taka royndu fiskimenninar meiri við. - Vit eiga at lurta eftir teimum [...] gingið í lívsins skúla alt sítt lív, fyri at fáa eina enn betri ráðgeving, segði Jacob Vestergaard. Hann heldur eisini, at verandi skipan er ógvuliga stirvin, og at alt ov nógv skott eru inni í skipanini [...] Vestergaard. Hann staðfesti, at tað er ein trupulleiki at fáa skipini mannað orsakað av vánaligum toskafiskiskapi. Oljuútreiðslurnar eru ógvuliga stórar, og tí hava trolararnir ilt við at klára seg. - Smærru
gjár um at fáa útlendingar til Føroyar at arbeiða og mánadagin verður málið til viðgerðar í landsstýrinum Landsstýrið hevur av álvara tikið upp aftur spurningin um at fáa útlendingar til Føroyar at arbeiða [...] tilnevndir landsstýrismaður seinnapartin í gjár, boðaði hann frá, at spurningurin um at fáa útlendingar til Føroyar at arbeiða fyri at fáa loyst trotið á arbeiðsmegi, verður eitt av hansara høvuðsmálum [...] arbeiðarafeløgini vóru umboðað. Hinvegin legði hann afturat, at málið verður eisini á skrá á landsstýrisfundi mánadagin. Fólkaflokkurin er sannførdur um, at hetta er eitt hitt størsti trupulleikin ísamfelagnum
Síðani at Sagex-fólkini vunnu frísak í Lagmandsretten, sum harvið ógildaði fútaforboðið frá undirrættinum, hevur Norsk Hydro biðið kærunevndina um at fáa málið til Hægstarætt. Nú frættist so, at Norsk Hydro [...] hevur gjørt av heilt at sleppa málinum. Tað ger ikki meira við tað. Tvs. at fríkenningin hjá Lagmansretten av teimum trimum ráðgevunum hjá Føroya Kolvetni verður endalig. Ein orsøkin til at norska oljufelagið [...] oljufelagið hevur slept málinum skal vera, at nú Norsk Hydro ikki hevur fingið nakað leitiloyvi í Føroyum, og tí hevur tað heldur onga orsøk til at halda fram málinum um teir tríggjar fyrrv. Sagamenninar. Sambart
løgreglustøðini í Runavík frætta vit, at orsøkin til eldin eftir øllum at døma var, at maðurin, sum hevði rudda í húsunum, var komin undir komfýrin. - Tað er ikki óhugsandi, at hann óviljaður hevur tendrað eina [...] húsini stóðu ikki til at bjarga. Tað var beint áðrenn klokkan eitt fríggjadagin, at løgreglan fekk boð um, at tað brann í einum sethúsum á Norðskála. Løgreglan og sløkkilið fóru beina leið á staðið, men tá løgreglan [...] til Norðskála, var einki at gera. Húsini stóðu í ljósum loga, og tjúkkur svartur roykur stóð úr teimum. Sløkkilið royndi alt sum teir vóru mentir, men teir fingu ikki forða fyri, at alt brann innanúr húsunum
hevur altíð hildið, at vit skulu halda okkum at NATO. Tað gera vit framvegis, sigur Sámal Petur í Grund, formaður í tingbólki Sjálvstýrisfloksins. Sámal Petur í Grund heldur, at Partnership for Peace [...] Sámal Petur í Grund heldur ikki, at landsstýrið hevur borið seg skeivt at, tá tað seinastu tíðina hevur kunnað seg um verjupolitisku støðuna hjá Føroyum. Hann heldur ikki, at landsstýrið hevur brotið tær mongu [...] ein hóskandi skipan hjá Føroyum at melda okkum í, fáa vit í nýggjari ríkisrættarligari støðu fult ræði á uttanríkispolitiska økinum. Kortini ásannar Sámal Petur í Grund, at hann enn ikki veit so mikið nógv
heitti fyritøkan so á umsitingina um at kanna hvussu útlitini vóru fyri eini eykajáttan, ið kundi fáa rakstrarætlanina at javnviga. Svarið var at eykajáttan ikki fór at verða givin. Vinnumálastýrið heitti [...] Strandfaraskip Landsins um at fremja sparingar, soleiðis at fyritøkan helt seg innan fyri játtanina, men fyritøkan sá seg ikki føra fyri at fremja munandi sparingar, uttan at tað gekk hart útyvir tænastustøðið [...] Orsakað av at útreiðslurnar til viðlíkahald gjørdist størri enn mett varð, kláraði Strandferðslan ikki at halda seg innan fyri játtanina fyri 1999. Ístaðin bleiv úrslitið eitt minni hall á 775.000 krónur
rættis. Jógvan við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, metir, at umvælingarnar fara at kosta fleiri milliónir krónur, og at tað fer at taka drúgva tíð at fáa alt í rættlag aftur. Sløkkiliðið hjálpa til Nógvir [...] so umfatandi, at tað fer at kosta fleiri milliónir krónur at gera vegir, gongubreytir og annað aftur. Fyrrapartin í gjár hittust ábyrgdarfólk hjá Klaksvíkar kommunu og sløkkiliðnum fyri at gera eina fyribils [...] gjørt fyri at fríðka um økið, farið fyri skjeyti. Ætlanin er nú, at tekniska nevnd hjá Klaksvíkar býráði skal gera eina meira neyva meting av, hvussu nógv uppruddingar- og umvælingararbeiðið fer at kosta.