Nógv tiltøk í Runavík í dag

Í eina heila viku hava Gomul jól í Heiðunum verið hildin í Runavík, og dagurin í dag hevur mest á skránni.

Umframt tey afturvendandi tiltøkini, sum hava verið í vikuni, kemur jólaskipið til Runavíkar í dag klokkan 17, og tá fara jólamenn at bíta út jólapakkar til børnini.

Herbjørg H. Jøkladal, leiðari á Kunningarstovuni, sigur, at í kvøld fara eisini Óvita Blues Band at syngja og spæla í tjaldinum, eins og barnakór úr Glyvra kirkju fer at syngja.

- Seinnapartin í dag kemur eisini Harmonikufelagið til Runavíkar at spæla, og tá fara fólk at syngja jólasangir og jólasálmar saman við teimum, sum spæla á harmoniku.

Leiðarin á Kunningarstovuni sigur, at tey eisini eru spent eftir at vita, hvussu kavagrillingin fer at virka í dag.

- Vit fara at seta grillur upp, so fólk kunnu koma við mati at leggja á grillurnar, sigur Herbjørg H. Jøkladal.

Tey, sum hava hug at hyggja gjølligari eftir skránni - Gomul jól í Heiðunum - kunnu hyggja inn á heimasíðuna www.runavik.fo

Myndina hevur Randi Lamhauge Hansen tikið.