Ringu veðurlíkindini fyrr í dag gjørdu, at regattain helt seg aftur at fara úr Hósvík. Men um 16.30 tíðina sá so mikið gott út við líkindum, at gjørt var av at leggja til brots.
Nú klokkan er farin av 19.30, er um helmingurin av bátunum komin til Nólsoyar.
Fólk eru eisini byrjað at leita sær út um fjørðin, so nú byrjar ovastevnan at líkjast. Roknast kann við fleiri fólkum sum kvøldið líður, og tað fer at nærkast dansinum.
Í ár er skipað soleiðis fyri, at dansur verður í tveimum støðum, men tónleikur í fýra. Í stóra tjaldinum á Klivum spæla Anfinn & Co, og í Royndarhúsinum spæla RoZac til dans. Síðani verður eisini tónleikur á pallinum á Nýggjaveg, har Finnur Koba fer at undirhalda, meðan Signar í Homrum fer at spæla í matartjaldinum á keiini.
Tey hugna sær í bátunum, sum liggja fram við bryggjukantinum, og roknast kann við, at hesi fólkini eisini fara at hugna sær í tjaldinum, tá longur líður út á kvøldið.











