Heini fær 5,7 milliónir til elektroniskan vínkjallara

Vivino appin hjá Heina Zachariassen hevur vakt stóran ans, og nú hevur appin fingið eina millión dollarar í fígging frá íløgufelagnum Creandum, sum er kent fyri at duga at gera íløgur í framtíðar fyritøkur og var ein hin fyrsta at gera íløgur í Spotify.

Vivino hevur áður fingið fígging frá SEED capital og Janus Friis, sum stovnaði Skype.

Vivino er ein app, sum hjálpir tær at halda skil á víni. Onkur hevur sagt, at tað er næstan sum at hava ein heilan vínkjallara í fartelefonini.

Við appini ber til at taka eina mynd av eini vínfløsku, tær dámar og so kennir appin vínið aftur. Soleiðis ber til hjá fólki skjótt og lætt at finna vín aftur, teimum dámar og at minnast vín, teimum ikki dámar. Samstundis ber til at síggja ummæli av víni og hvørjar royndir onnur hava av ymsum víni.

Í framtíðini ætlar Vivino sær eisini at selja vín á netinum.

Mett verður, at Vivino hevur serstakliga stórar vakstrarmøguleikar og appin fær alsamt fleiri og fleiri brúkarar.