Fiskiflotin er í ymiskari veiði

Fríggjadagin visti Fiskamarknaður Føroya at siga, at tvey línuskip, sum hava roynt á Flemish Kap, landa í dag.
Annars hava flestu línuskip ligið seinastu tíðina, men nú eru skipini byrjaði at røra upp á seg aftur, sum tikið verður til.
- Vit vænta tí, at onkur línuskip fara út aftur í næstum.
Um útróður, sigur marknaðurin, at streymurin verður hampiligur, og útlit eru eisini til, at veðrið verður gott.
- Tí vænta vit eisini nakað av útróðri teir næstu dagarnar.
Lagt verður aftrat, at útróðrarbátarnir fáa eina blanding av toski, hýsu og hvítingi, og onkur útróðrarbátur roynir eisini við kalvalínu.
Um partrolararnar sigur marknaðurin, at fimm pør fiska upsa, eitt par fiskar svartkalva og kongafisk, trý pør fiska gulllaks og tvey pør fiska makrel.
- Vit vænta, at eitt ella møguliga tvey pør, sum fiska upsa, koma inn at landa í dag, og hini pørini koma síðst í hesi vikuni.
Um djúpvatnstrolararnar sigur marknaðurin, at ein fiskar svartkalva og kemur møguliga inn at landa síðst í hesi vikuni.
- Restin av djúpvatnstrolarunum fiska makrel, verður sagt á Fiskamarknaði Føroya.