Fyrilesturin varar í umleið hálvan tíma, og í steðginum verður ein drekkamuður at fáa í forkirkjuni.
Sjálvur sigur Ronald Risvig, at hetta er ein fyrilestur um hin reyða tráðin í lívinum, sum hann lýsir við gerandissøgum.
- Hetta er um fólk, eg havi hitt, og hvønn týdning tey hava havt í mínum lívi.
Danski presturin fer eisini at lýsa, hvønn týdning fótbóltur hevur havt fyri hansara máta at hugsa uppá.
- Hetta seti eg í fyrilestrinum í samband við sangirnar “Den røde tråd” og “Stjernefart” hjá Shu Bi Dua, og vísi á ein samanhang til kristindómin.
Í Vestmanna kirkju vísa tey á, at summi helst minnast Ronald Risvig, tí hann var fótbóltsvenjari hjá ÍF í Fuglafirði í 1981, og hann hevur vitjað aftur í Føroyum heilar 35 ferðir.
- Øll eru hjartaliga vælkomin at lurta eftir fyrilestrinum mikukvøldið, siga tey í Vestmanna kirkju.










