Vil vita hvør í Tinganesi lak upplýsingar

Løgið, at tann sum lak upplýsingar um Eysturoyartunnilin verður tilbiðin, ístaðin fyri at verða revsaður


Vit eiga at seta eina kanning í verk at vita, hvør tað var, sum lak upplýsingar um Eysturoyartunnilin, til fjølmiðlarnar.

 

Tað heldur Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum og núverandi tingmaður.

 

Les eisini: Óheppið at alt lak út

 

Hann viðgjørdi upplýsingarnar um sáttmálan við privata felagið, CIP um Eysturoyartunnilin, í størsta trúnaði.

 

Men stutt áðrenn sáttmálin varð undirskrivaður, lak onkur upplýsingar fyri miðlunum.

Restina av søguni kenna vit.

 

Og nú kjak aftur hevur tikið seg upp um, hvussu víttfevnandi, lógin um alment innlit skal vera, heldur Kári P. Højgaard, at tað er ótrúliga løgið, at tann, sum lak upplýsingar til fjølmiðlarnar um Eysturoyartunnilin, verður tilbiðin, heldur enn verða revsaður.

 

Kári P. Højgaard heldur, at kanning eigur at vera sett í verk fyri at avdúka, hvør tað var í landsstýrinum, sum lak upplýsingar til miðlarnar um Eysturoyartunnilin.

 

Men hann heldur, at tað veldst um eygað, sum sær.

- Viðkomandi eigur antin at fáa virðisløn fyri at steðga ætlanina, ella eigur viðkomandi verða settur hálvt ár í fongsul fyri at bróta tagnarskylduna, heldur Kári P. Højgaard.