Tiltøkini verða neyvan steðgað

Formaðurin í Føroyanevndini hjá danska fólkatinginum, Sjúrður Skaale, væntar ikki, at tað fer at bera til at steðga revsitiltøkunum hjá ES, nú tey eru samtykt í dag og koma í gildi um eina viku.

– Vónin var, at tá landsstýrið legði málið fyri ein gerðarrætt, so fór ES at fylgja fólkarættinum og ikki taka nýggj stig, ið gera støðuna verri, sigur Sjúrður Skaale.

– Tað, sum nú hendir, er at stríðið bara verður gjørt verri, men spurningurin er, um tað upp á nakran máta fer at bera til at leggja trýst á ES, so fólkarættarligu reglurnar verða fylgdar.

Sjálvur fer Sjúrður Skaale fríggjadagin á fund við danska uttanríkisráðharran, Villy Søvndal, fyri at vita, um hann kann gera nakað fyri at leggja trýst á ES.

– Í veruleikanum skuldi ES verið takksamt fyri, at Føroyar øll hesi árini hava skrivað undir avtalur, ið geva ES fiskirættindi, ES annars ikki hevði átt stórvegis lut í, um bara biologiskar treytir vóru, sigur føroyski fólkatingsmaðurin.

Samrøða við Sjúrð Skaale kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini omanfyri.