Fleiri hundrað smuglað børn funnin í Meksiko

Myndugleikarnir í Meksiko hava funnið fleiri hundrað miðamerikonsk børn, sum skuldu smuglast til USA.

 

Av einari ella aðrari orsøk hava smuglararnir slept børnunum upp á fjall.

 

Almenni innflytarastovnurin INM sigur, at bara í síðstu viku komu myndugleikarnir fram á 370 børn úr Miðamerika, sum ikki vístu seg at hava nakran góðan. INM sigur, at børnini vóru útlúgvað, og at tey vistu ikki, hvar tey vóru.

 

Sagt verður, at í nógvum førum krevja mannasmuglararnir upp í 30.000 krónur fyri at smugla eitt barn til USA.

 

Meksikonsku myndugleikarnir hava handtikið níggju mannasmuglarar. Men støðugt fleiri flóttafólk koma norðureftir við tí fyri eyga at royna eydnuna í USA, og talið er vaksið teir seinastu mánaðirnar, sigur INM. Hildið verður, at á hvørjum ári royna umleið 140.000 fólk í Miðamerika at sleppa ígjøgnum Meksiko til USA. Teirra millum eru ofta hjún við fleiri børnum, sum hava goldið mannasmuglarunum nógvar pengar fyri at fáa hjálp til at sleppa um amerikanska markið.

 

INM sigur, at miðamerikanararnir, sum flýggja undan fátækradømi í heimlandinum, enda ofta sum offur hjá brotsmannaliðum í Meksiko, har teir eru fyri ymsum ágangi so sum ráni, neyðtøku og burturflyting.