Einki loypi eg frá míni próvbyrðu

Hans Andrias Sølvará
----
Takk fyri viðmerkingina Jógvan.
Sannroyndirnar í hesum kjakinum eru, at eg - uttan at taka støðu til ítøkiliga innihaldið - havi endurgivið úr endurminningunum hjá einum eygnavitni í Klaksvík, Josiasi Matras (1904-1972), sum grundgeving fyri, at “summi” í Klaksvík “vilja siga”, at Kjølbro hevði ov stóran týdning fyri lívið har í 1920 og 30 árunum, meðan Jógvan, ið varð føddur í 1944, uttan nakra Keldu, leggur eygnavitnið Josias undir at fremja “søgureingjan”.
Til mína nýtslu av endurminningunum hjá Josiasi er bara neyðugt at staðfesta, at líknandi sjónarmið vóru í Klaksvík, meðan tað áliggur Jógvani, sum einsamallur leggur Josias undir “søgureingjan”, at prógva, at hann hevur rætt. Eg loypi ikki frá míni próvbyrðu, endurminningarnar hjá Josiasi eru í sjálvum sær eitt nøktandi prógv, men eg fari ikki eisini at taka á meg próvbyrðuna hjá Jógvan. Tað er bara Jógvan, sum við ógrundaðum uppáhaldum um, at Josias hevur framt “søgureingjan”, ið hevur lagt avgerandi áherðslu á trúvirðið í endurminningum Josiasar, og tað áliggur einans honum at føra prógv fyri sínum skuldsetingum.
Hesa próvbyrðuna eigur Jógvan einsamallur.
Vinarliga