gjørdi Fólkaflokkurin eina roynd at skerja barsilsskipanina. Útgjaldið skuldi lækka úr 100% niður í 90%. Rættindini hjá pápunum at fara í farloyvi skuldu verrast, og rætturin at fara í farloyvi 13 vikur fyri [...] ikki upp á tal at gera umstøðurnar hjá barsilsskipanini verri so leingi Tjóðveldisflokkurin var í samgongu. Og Tjóðveldisflokkurin sum umsat fíggjarmál, vísti so á, at tað bar væl til at spara og føra ein [...] vána umbering. Sannleikin er, at um barsilsskipanin er tað fyrsta samgongan fer eftir, nú sparast skal; so er tað tí, at hon er tann, sum samgongan raðfestur lægst. Fyrst at fara eftir barsilsskipanini,
Nýggjur skúli Jóhanna dylir ikki fyri, at tað hevði verið ynskiligt at fingið ein nýggjan Húsarhaldsskúla. Hon heldur, at nógvu umsóknirnar eru eitt tekin um, at tørvur er á einum størri skúla, sum kundi [...] umsøkjarar, at 40 hava fingið avslag sendandi í dag, og tað er ræðuligt, sigur ein ógvuliga hørm Jóhanna á Tjaldrafløtti. Hon sigur, at tað ber ikki til at søkja til skeiðið í 2005 enn, tí so væntar hon, at tey [...] nakað gott hugskot at fara aftur til fyri at kunna taka fleiri næmingar inn. ? Tá hugsar man bara um kvantitet og ikki kvalitet, sigur hon. Skeiðið á skúlanum er vorðið munandi betur við, at tað varð longt
honum í skógvarnar, at hann valdi at taka av blaðstjórastarvinum á Ekstrablaðnum, so rørir tað ikki Hans Engell. -Umframt at vera eitt blað, so er Ekstrablaðið eitt spennandi fyritøka at vera leiðari á. Eg [...] og fólk í tí dagliga at gera. At eg endaði á Ekstrablaðnum er tí ikki serliga løgið. Eg havi altíð havt virðing fyri blaðnum, sjálvt um eg ofta í mínum politiska lívi kom upp at táttast við blaðið, sigur [...] Hans Engell. Hans Engell greiðir frá, at skiftið frá politikkara til stjóra á Ekstrablaðnum hevði eisini við sær, at hann legði lívsstílin um. Hann sigur skemtiliga, at slipsið er slept tætta sambandið við
dentur at verða lagdur á teknisku og taktisku venjingina. Fyri bóltførleikan og fatanina av spælinum hevur tað alt at siga, at tú ert væl fyri likamliga, so tað ræður um bæði at ansa sær sjálvum og at leggja [...] í FCK. Men eg kenni tað soleiðis, at eg eigi at vera førur fyri at spæla á hesum støðinum í tvey ella trý ár afturat. Treytin er sjálvandi, at skaðarnir ikki fara at plága. Eg taki ein dag í senn, staðfestir [...] árunum hevur tað verið soleiðis, at eg havi ikki verið førur fyri at luttaka á jøvnum føti við hinar, tá ið vit eru farnir undir tungu vetrarvenjingina. Tað hevur havt við sær, at tá ið hinir hava pussað formin
ferðirnar hava ábendingar verið um, at Coventry er um at fóta sær, og at teir kanska fara at hóra undan, men enn er nógv at kappast um og stríðast fyri. Átta umfør eru eftir at spæla, og onkur av feløgunum, [...] Jørgensen boðaði um ársskiftið frá, at hann var so mikið ónøgdur við, at hann ikki slapp framat á besta Coventry liðnum, at hann hevði tikið avgerð um, at hann fór at royna at finna sær annað felag, tá ið s [...] summar. Higartil hevur einki verið at frætt um, um nakað felag hevur verið framvið. Tað kann væl hugsast, at bæði Coventry og onnur feløg nú fara at fáa eyguni upp fyri, at tað er dugur í føroyska landsli
fyri, og tað eru nógvir italiumenn. Tað kann hugsast at vera ferðamál at vitja á staðið, har tað er ljóst so at siga allan sólarkringin á sumri, og at vitja í landi, har tað er stutt millum fjallatindarnar [...] annaðkvøld fer at royna seg ímóti italsku heimsmeistarunum. Tað er ikki hissini reklamuvirði teir, sum gingu undan at fáa Føroyar upp í altjóða fótbólt, syrgdu fyri. Dreymurin er, at tað skal eydnast at fáa stig [...] fótbólti lendu í Vágum í gjárkvøldið. Ì annaðkvøld skulu teir syrgja fyri at vinna trý stig frá Føroyum. Tað kann væl vera, at teir fara at gera tað. Alt annað hevði verið millum størstu sensatiónir nakrantíð
høvdinum. - Vit ætla at stýra spælinum. Eg vil fegin, at mítt lið skal hava bóltin nógv í einum dysti og tað fari eg at arbeiða hart fyri, sigur hann. - Annars havi eg fingið at vita, at TB hevur góðar spælarar [...] er stórt og at tað er ein veruligur vilji til at røkka á mál og tað var ógvuliga postivt at merkja, sigur hann. Lokalir fáa møguleikan TB hevur nú fingið nýggjan málverja úr Serbia. Men at fáa fleiri [...] bestu deildina. Men tey hava ongantíð dult fyri, at tey arbeiða við hond og fót fyri at fáa TB upp aftur ímillum tey bestu. Og nú vóna tey at hava funnið mannin, sum kann megna lyfta TB upp í Formuladeildina
Útvarp Føroya, at nevndin fer at hava ein fund, har tað skal tosast um hetta málið. Hans Pauli sigur, at tey hava heitt á stýrið um at lata frætta frá sær, tá fundurin hevur verið. Hann leggur at enda afturat [...] afturat, at við at lýsa virksemið betur, so kundi hann hugsað sær, at tað komu nøkur hagtøl á borðið eisini. ? Ikki nakað persónsmál, men nøkur tøl, har tað ber til at síggja, hvussu nógvar viðgerðir hava [...] eg undirstrika, at onki av hesum er íkomið av málinum um sorgarleikin á Heilbrigdinum í 1997, sigur landsstýrismaðurin. Ákoyringar hava verið frammi fyrr um, at viðgerðarstovnarnir eiga at vera beinleiðis
vn, kommunum og arbeiðsbólki, um at fáa loyvi at fara í gong við tunnilsprojektið. Eg vil hervið heita á Bjarna Djurholm, um at geva hesum privata felagið loyvi til at fara í gongd við tunnilin beinanvegin [...] er at lata fólkini sleppa í gongd við arbeiðið«. Eg eri púra samdur við Dimmu í at fólkini eiga at sleppa í gongd ongantíð ov skjótt, men nú bíða tey bara eftir svarinum frá Bjarna Djurholm, til at fara [...] og kann ikki ímynda mær, at Bjarni Djurholm kemur at draga tíðina út og blanda tingini saman, og hví skuldi hann tað, tí fyrireikararnir hava bara biðið um at fáa loyvi til at fara undir projektið, har
býráðsskrivari í Havn sigur, at tey royna at fáa góða føroyska luttøku á festivalinum í ár eisini. Westward Ho fer at liggja við bryggju og ætlar Vinnuhúsið m.a. at brúka sluppina til at taka ímóti gestum. Í tjaldinum [...] havt ta gleði at hitta nógv umboð fyri føroyskt vinnulív og politiska stýrið. Hann sær fram til aftur hesaferð at vitja føroyska básin á ONS og vónar, at nógvir føroyingar nýta høvi eisini at vitja Stavanger [...] feriupláss. Hann heldur at vitjan á ONS og at brúka nakrar feriudagar í Stavanger og nærhendis átti at verið ein sera góð kombinatión fyri føroyingar, ikki minst nú tað er so skjótt og lætt at ferðast millum londini