Fyri hálvum øðrum mánaði síðani ella so vóru fólk frá almanna- og heilsumálastýrinum á vitjan á Heilbrigdinum, har endamálið var at fáa eina kunning um virksemið, sum fer fram á stovninum. Ætlanin er somuleiðis at vitja hin stovnin við sama endamáli.
? Hetta er nakað, sum vit hava arbeitt og kjakast um í longri tíð, og vil eg undirstrika, at onki av hesum er íkomið av málinum um sorgarleikin á Heilbrigdinum í 1997, sigur landsstýrismaðurin.
Ákoyringar hava verið frammi fyrr um, at viðgerðarstovnarnir eiga at vera beinleiðis undir heilsuverkinum, men tað hevur ongantíð vunnið politiskan frama. Og tað hevur landsstýrismaðurin heldur ongar ætlanir um at fara í holt við, sum nú er.
Báðir viðgerðarstovnarnir fáa eina stuðulsjáttan, sum er á fíggjarlógini, men eru teir sjálvstøðugir stovnar, har nevnd ella stýri og leiðsla vara av stovnunum og øllum viðurskiftunum á teimum.
? So longi sum stovnarnir eru stýrdir av nevnd ella stýri, eru tað tey, sum hava ábyrgd av virkseminum og eftirlitinum, staðfestir hann.
Avrúsingarspurningur
Innan fyri hetta økið av viðgerð er avrúsingin tann dýrasti parturin, og tískil kundi tað verið áhugavert at sett fram spurningin um, ikki avrúsingin átti at verið avmarkað meira enn hon er í dag.
Sum støðan er í dag, fer avrúsing fram á báðum stovnunum, og til samanberingar kann sigast, at í til dømis Malmø við 500.000 íbúgvum, fer øll avrúsing fram á sjúkrahúsunum, meðan eftirviðgerðin fer fram á stovnum.
Hans Pauli sigur, at hetta hevur verið frammi í kjakinum, men tað er onki, sum bendir á, at hetta verður ført út í lívið, sum nú er.
? Hatta er ein áhugaverdur spurningur, og vit hava leystliga havt tað á orði, men longur er tað ikki komið. Hatta er sostatt ikki aktuelt í løtuni, sigur hann.
Hans Pauli vísir á, at í viðgerð fyri misnýtslu eru fleiri viðgerðarhættir. Sum til dømis avrúsing, eftirviðgerð og familjuterapi.
? Tá vit vitjaðu Heilbrigdið, varð ynski sett fram um, at hava familjuterapi eisini, so her eru fleiri viðurskifti, sum eiga at verða tikin upp til kjak, heldur landsstýrismaðurin.
Frætta niðurstøðu
Í sambandi við málið um unga drongin, sum lat lív, segði Jákup Lindenskov, formaður í nevndini fyri Heilbrigdinum, við Útvarp Føroya, at nevndin fer at hava ein fund, har tað skal tosast um hetta málið.
Hans Pauli sigur, at tey hava heitt á stýrið um at lata frætta frá sær, tá fundurin hevur verið.
Hann leggur at enda afturat, at við at lýsa virksemið betur, so kundi hann hugsað sær, at tað komu nøkur hagtøl á borðið eisini.
? Ikki nakað persónsmál, men nøkur tøl, har tað ber til at síggja, hvussu nógvar viðgerðir hava eydnast væl og so framvegis. Men eg má undirstrika enn einaferð, at alt hetta, sum vit hava tosað um, hevur verið uppi til kjak longi, og tískil kemur tað ikki í kjalarvørrinum av sorgarleikinum í 1997, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, at enda.