Fyri føroyska áhugan í superliguni og serliga fyri álopstyngdina á landsliðnum er tað týdningarmikið, at tað tykist ganga, sum tað skal hjá Toda Jónsson. Hann tekur ein dag í senn. Og hann er væl nøgdur við, hvussu tað hevur tikið seg upp fyrstu vikuna, eftir at FCK er farið undir fyrireikingarnar til seinna partin av hesum kappingarárinum.
- Fleiri av undanfarnu árunum hevur tað verið soleiðis, at eg havi ikki verið førur fyri at luttaka á jøvnum føti við hinar, tá ið vit eru farnir undir tungu vetrarvenjingina. Tað hevur havt við sær, at tá ið hinir hava pussað formin av í sjálvum spælinum, so havi eg ikki verið likamliga so væl fyri, sum teir hava verið. Soleiðis er tað ikki nú, og tað eri eg sjálvandi fegin um, sigur Todi Jónsson úr Keypmannahavn.
Todi fer í vár at spæla fyri fótbóltsframtíðini, og tískil kemur tað sjálvandi serliga væl við, at tað nú tykist ganga betri, enn tað leingi hevur gjørt. Sáttmálaskeiðið í FCK verður liðugt síðst í juni, og tað er rættuliga avgerandi fyri møguleikarnar eftir summarfrítíðina, hvussu tað fer at hilnast í vár.
- Tað eru fleiri lið í venjingini. Fyrsta treytin er, at tú ert væl fyri likamliga. Hesum arbeiða vit við hesar fyrstu vikurnar. Vit venja partvís á Frederiksberg, har vit vanliga halda til, og so venja vit í Top Danmark høllini í Ballerup. Tá ið fyrstu tungu venjingarnar eru av, fer serligur dentur at verða lagdur á teknisku og taktisku venjingina. Fyri bóltførleikan og fatanina av spælinum hevur tað alt at siga, at tú ert væl fyri likamliga, so tað ræður um bæði at ansa sær sjálvum og at leggja nógv fyri nú, og eg eri fegin um, at tað ber mær til at vera við, staðfestir Todi Jónsson.
Fyrsti týdningarmikli dysturin hjá FCK verður sunnudagin 13. februar. Tá skulu teir í Parkini spæla móti Tromsø í Royalu kappingini. Fyrsti steypadysturin verður sunnudagin 6. mars, tá ið FCK skal spæla í Parkini móti Fremad Amager.
Seinni í hesum mánaðinum skal FCK uttanlands á venjingarlegu, og um tað fer at veita eins væl við hjá Toda tá, sum tað higartil hevur gjørt, so er eingin ivi um, at hann verður við á ferðini. FCK skal í døgunum frá 27. januar og til 6. februar venja í La Manga í Spania. Á ferðini skal liðið spæla tveir venjingardystir, og tá fara fyrstu ábendingarnar at fáast um, hvørjar spælarar venjarin, Hans Backe, serliga ætlar sær at hava millum teir fyrstu ellivu. 31. januar skal FCK spæla móti norska Vålerenga, og 4. februar verður mótstøðuliðið í spanska várinum Lokomotiv Moskva.
- Eg havi verið nógv burturfrá orsaka av skaðum, og eg eri millum teir elstu her í FCK. Men eg kenni tað soleiðis, at eg eigi at vera førur fyri at spæla á hesum støðinum í tvey ella trý ár afturat. Treytin er sjálvandi, at skaðarnir ikki fara at plága. Eg taki ein dag í senn, staðfestir Todi, sum framvegis er eins málrættaður, sum hann altíð hevur verið.