Annaðhvørt ár skiftast teir báðir europeisku oljuhøvuðsstaðirnir Stavanger og Aberdeen at skipa fyri framsýning og ráðstevnu fyri altjóða oljuvinnuni. Og eins og mongu seinastu árini verða Føroyar eisini umboðaðar í ár. Og hesaferð er tað Stavanger, sum bjóðar vælkomið á oljumessu, eisini kend undir heitinum ONS, Offshore Northern Seas. Stjórin í ONS er Kjell Ursin-Smith. Sosialurin hitti hann á máli í Stavanger herfyri, tá hann var við at leggja seinastu hond á hetta risastóra tiltakið, ið dregur mong túsundtals fólk til sín. Eisini føroyingar.
-Tað hevur verið sera hugaligt at síggja føroyingar á ONS, bæði sum luttakarar og vitjandi. Vónandi er hetta við til at leggja lunnar undir eina komandi føroyska oljuvinnu, og mítt ynski er, at tit fáa nógvar góðar kontaktir og sáttmálar, tá tit eru við á oljumessuni sigur Kjell Ursin, sum vísir á, at nógv skilagóð sambond knýtast á oljumessunum. Og nettupp nú tá føroyingar helst eru við at gerast oljutjóð er tað umráðandi at troyta vitan og royndir, sum aðrir hava gjørt og harvið sleppa undan at uppfinna djúpa borðiskin umaftur.
Olja og feria
Sjálvur hevur hann drúgvar royndir frá oljuvinnuni og hevur eisini vitjað í Føroyum. Tit eiga eitt frálíkt land men eru kanska í so nógv bundnir at einari vinnu, fiskivinnuni. Gævið tit finna olju og kunnu fáa eina meira fjøltáttaða økonomi. Hetta er ein av góðu avleiðingunum í Oljunorra, eftir at oljan varð funnin her fyri meira enn 30 árum síðani sigur ONS-stjórin, sum seinastu mongu árini hevur havt ta gleði at hitta nógv umboð fyri føroyskt vinnulív og politiska stýrið. Hann sær fram til aftur hesaferð at vitja føroyska básin á ONS og vónar, at nógvir føroyingar nýta høvi eisini at vitja Stavanger sum feriupláss. Hann heldur at vitjan á ONS og at brúka nakrar feriudagar í Stavanger og nærhendis átti at verið ein sera góð kombinatión fyri føroyingar, ikki minst nú tað er so skjótt og lætt at ferðast millum londini.
Nakrar túsund fyritøkur úr øllum heiminum eru við á ONS, sum verður í døgunum frá 22. Til 25. August.
Festivalur
Umframt oljumessu og ráðstevnu verður eisini hildin ein festivalur á Bryggjuni í Stavanger, har eisini føroyingar eru við í ár. Hini árini hevur verið eitt felags føroyskt tjald á Bryggjuni og sluppir hava ligið við kei. Á festivalinum luttaka føroyskir tónleikarar og fyritøkur, sum framleiða serstakar føroyskar vørur. Tað hava verið kommunurnar í Havn og Runavík, sum hava staðið á odda fyri føroysku luttøkuni á ONS-Festivalinum. Í ár er er Runavíkar kommuna ikki við. Jens Marius Poulsen, býráðsskrivari í Havn sigur, at tey royna at fáa góða føroyska luttøku á festivalinum í ár eisini. Westward Ho fer at liggja við bryggju og ætlar Vinnuhúsið m.a. at brúka sluppina til at taka ímóti gestum. Í tjaldinum verður so tónleikur og søla av føroyskum vørum, eitt nú ullarvørum men eisini føroyskt øl og føroyskur matur verður at fáa.